Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útivika í Hvannasunds kommunu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.06.2025 - 22:03 Tíðindi

Vit fegnast um aftur í ár at kunna bjóða til eina spennandi og hendingarríka útiviku. Útivikan verður frá mánadegnum 16. juni til leygardagin 21. juni. Øll eru vælkomin til tiltøkini og tit kunnu síggja skránna her. Broytingar kunnu koma fyri og vit kunna um hetta inni á facebookbólkinum "Vit í tronganum".

 

 

Mánadagur 16. juni 

kl. 17 fiskitúrur. Vit møtast við skúrarnar í Hvannasundi, har vit fara umborð á bátar. Vit stima út eftir sundinum, fiska eina løtu, eisini fara vit at vita, um vit síggja onkran kóp, og síðan stima vit inn aftur saman. Komin aftur á kaiina verður møguleiki at kryvja fiskin og ein drekkamunnur verður eisini at fáa.   

Øll børn skulu vera í bjargingarvesti, hava tráðu við, um tey ætla sær at fiska og koma saman við onkrum vaksnum.  
 

Týsdagur 17 juni  

Kondibingu til frama fyri NHR. Til ber at keypa bingoplátur fyri 20 kr. stk. í neystinum frá kl 17-19. Rutan verður gjøgnum Norðdepil, yvir um byrgingina og eftir fjøruvegnum út til Kirkjuhúsið. Í Kirkjuhúsinum verður kaffi- og kakusøla frá kl 17:30. 
Tað verður bert tikið ímóti reiðum peningi. 
 

Mikudagur 18. juni 
 
Kl. 17-20 hoppiborgir og WipeOut á Sandoyrarbug. 

Kl. 19 verða pannukakur og kaffi af fáa niðanfyri kommunuskrivstovuna.  
  

Hósdagur 19. juni  

kl. 16-18 vatnrussjibani á bønum hjá Óla og Joan í Hvannasundi. Børnini kunnu vera í svimjiklæðum ella vatdrakt. Gott hugskot er, at hava handklæði og skiftiklæðir við.  

kl. 17 heitt kakao verður at fáa.  

Kl. 18:30 trilli- og súkklubingo. Kom við barnavogni, dukkuvogni, súkklu ella á rennihjóli á rullandi bingo. Monica Ziska skipar fyri. Vit møtast uttan fyri kirkjuna. 

 
Fríggjadagur 20. juni 

Kl. 16:30 fótbóltskapping fyri børn undir og í skúlaaldri á vøllinum í Norðdepli. 

Kl. 18 gongutúrur niðan á Fossdal við Kristiani Petersen. Tað er skilagott at hava eina vatnfløsku við sær.  

 
Leygardagur 21. juni  

Kl. 19 sangløta við Jákup Martin og øðrum góðum monnum úti á Støð. Eins og vit plaga, eru fólk vælkomin at hava egna termokannu, koppar o.s.fr. við til ein góðan drekkamunn.

Kl. 20 vit grilla sneisabreyð. Marta Tóradóttir leggur lag á.  

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: AB-KÍ
Útivika í Hvannasunds kommunu
Tvær Michelin-stjørnur í einum til PAZ
Páll Müller skrivað sáttmála við KÍ
Paz fær tvær Michelin stjørnur
Heimsstjørna úr Katalonia vitjar í Klaks…
Fimm av seks flokkum taka ábyrgd!
40 ár í sama starvi
Saman at standa … 
Líðhamar inni við 22.000 pundum
Batman sæddur í Á handlinum
Methøgt stigatal: Við Tjarnir fingið alt…
Summar­framsýningin prikar til okkara ásk…
Konsert í Christians­kirkjuni í Klaksvík
Tjóðarsemja – og harpiks
Veðrið í vikuni
Gadus farin nýggjan túr
Pílagrímsguds­tænasta
Ein ítøkilig loysn á bústaðarneyð­ini: Lo…
Føroyar taptu 3-0 fyri Luksemborg