Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Sólja Fríða Jóanisdóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.06.2025 - 22:24 Tíðindi Veðrið

Hann fer at liggja millum vestan og sunnan næstan alla vikuna, sum stendur fyri framman. Fyrra partin av vikuni fara eini 2 lágtrýst framvið eystureftir, og tey hava okkurt brúgvalag við regni ella ælaveðri við sær.

Í miðvikuni fer eitt hátrýst at leggja seg yvir Bretland, og tað sum veðurkortini síggja út í kvøld, fer tað at røkkar norður ímóti okkum við góðum veðri – t.e. lítlum vindi og fyri tað mesta turt.

Hitalagið fer at vera støðugt – fer at liggja um 7 stig, tá ið tað er kaldast um náttina, og upp í 11 stig, tá ið tað er heitast seinnapartin. Fram ímóti vikuni fer hitalagið at kvinka seg eitt sindur uppeftir.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Lot til frískt lot um sunnan, 3 til 8 m/s, vaksandi upp í frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina minkar hann vindin niður í lot til frískt lot av útsynningi og vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og samregn. Hitin 7 til 11 stig.

Týsdagin:

Frískt lot til frískan vind millum vestan og sunnan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið í støðum. Út á kvøldið og um náttina ælaveður. Hitin 7 til 11 stig.

Mikudagin:

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið í støðum. Hitin 7 til 12 stig.

Hósdagin:

Lítið lot til frískt lot vestan, minni enn 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Út á dagin ella kvøldið lækkar ættin niður í sunnan, tað dregur á luftina og sum frá líður fer at regna eitt sindur. Hitin 8 til 12 stig.

Fríggjadagin:

Lítið lot til frískt lot av útsynningi, minni enn 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 13 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tjóðarsemja – og harpiks
Veðrið í vikuni
Gadus farin nýggjan túr
Pílagrímsguds­tænasta
Ein ítøkilig loysn á bústaðarneyð­ini: Lo…
Føroyar taptu 3-0 fyri Luksemborg
Laura Dekker lagt at í Leirvík
Ein hjartans tøkk
KÍ vann stórsigur eftir trupla byrjan
Summarkvøld við Toftavatn
Undirsjóvar­tunnil í Kalsoynna
Norðsøki á veg á Íslands­miðini
Patrik hevur verið flúgvandi
Klaksvík­ingur við sannfør­andi aftursvari
07Vestur - KÍ: Kunning um Parkering
Svein Rógvi tippar Sundalagsróðurin
Føroyar fingið landagóðkenning frá Brasi…
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Megna Klaksvík­ingur ella Norðingur at sv…
Brandur: Klaksvík­ingur vinnur FM