Lýsing
Lýsing
Klaksvíkingur við sannførandi aftursvari
Tað var ein heil bátslongd á muni á málinum, tá Klaksvíkingur í dag vaskaði tapið á norðoyastevnu av sær.
Eftir at Havnarbáturin vann ein sera nógv umrøddan róður á norðoyastevnu, so broyttist nógv nú tvær vikur seinni. Klaksvíkingur fekk besta startin, økti í miðróðrinum og hesaferð helt leiðslan allan vegin ímun til seinast, tá Havnarbáturin kom framum síðsta part av teininum. Á málinum var ein heil bátslongd á muni millum Klaksvíking og Havnarbátin. Norðingur var betri við í pørtum av róðrinum, men endaði aftur hesaferð nummar trý. Norðingur hevur verið raktur av skaða og hevði ein eykamann við.
Av øðrum róðrum komu tveir aðrir sigrar til Norðoyggjar. Sundabáturin vann hjá 6-mannaførum monnum og Fípan Fagra vann hjá U16.
Seinastu tíðindini