Føroysku flogbóltsmenninir ímóti Íslandi í dag
Mikudagin fór A-landsliðið við monnum í flogbólti til Íslands, har fyrsta umfarið hjá teimum í Silvurliguni verður spælt. Í dag kl. 18 verður spælt ímóti Íslandi, og leygardagin kl. 16 verður spælt ímóti Svøríki.
Vónirnar at vinna á Íslandi eru góðar. Í fjør møttu Føroyar Íslandi tvær ferðir í Silvurliguni, og tá vunnu liðini hvør sín dyst, og í venjingardystunum teirra millum í mai í ár vunnu liðini aftur hvør sín dyst.
Ísland hevur longu spælt tveir dystir í kappingini og hevur tapt teir báðar 3-0 fyri Luksemborg og Eysturríki.
Leygardagin spæla so Føroyar ímóti Svøríki, sum tykist at vera væl sterkari enn Føroyar og Ísland. Eisini Svøríki hevur spælt tveir dystir og hevur vunnið teir báðar sannførandi 3-0 á Aserbadjan og Georgia.
Tilsamans átta lið eru við í Silvurliguni, og Føroyar skuldu spæla ímóti seks av teimum. Umframt Íslandi og Svøríki møta Føroyar eisini Aserbadjan, Eysturríki, Luksemborg og Georgia. Einasta liðið, Føroyar ikki møta, er Ungarn.
Dystirnir ímóti Aserbadjan og Eysturríki verða spældir í ítróttarhøllini á Sandi ávikavist 20. og 22. juni. Seinasta umfar spæla Føroyar ímóti Luksemborg og Georgia 28. og 29. juni í Georgia.
Landsliðsmanningin hjá Føroyum:
Bjarni Joensen, kantur
Filip Ilic, Kantur
Hákun Nón, Kantur
Mattias Nolsøe Isaksen, kantur
Hjørtur Joensen, diagonalur
Hjørtur Sólstein, diagonalur
Niels Niclasen, hevari
Thorvald Danielsen, hevari
Silas Poulsen, libero
Tórður Gunnarsson Højsted, libero
Vuk Ilic, miðblokkur
Jákup Árni Elisson Wang , miðblokkur
Rani Ákason, miðblokkur
Jóhan Arni Elisson Wang, miðblokkur
Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev
Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo
Fysioterapeutur: Niklas Reginsson, NB Fysioterapi