Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: 07 Vestur-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.06.2025 - 06:53 Ítrottur Tíðindi

Í dag skal KÍ royna at økja um leiðsluna í toppinum, tá KÍ vitjar í Sørvági.

Nærmasti kappingarneystin hjá KÍ, NSÍ, spælir sunnudagin, og tí hevur KÍ møguleikan at økja munin til nummar tvey í øllum førum í nakrar tímar.

Hjá 07 Vestur hevur álopsleikarin Jonathan Flensborg ikki spælt teir báðar síðstu dystirnar. Hjá KÍ er einki leikbann, men fimm leikarar mangla bara eitt gult kort til at fáa leikann. Hjá KÍ eru Daniel Johansen og Gilli R. Sørensen ikki tøkir enn, tí flytingarvindeygað ikki letur upp fyrr enn sunnudagin. Har væntast Daniel ikki tøkur fyrr enn í fyrsta lagi til dystin 28. juni móti FC Suðuroy. Claes Kronberg venur aftur við fullari ferð, meðan ivamál eru um Robert Williams, René S. Joensen og Hall Hansson.

Dysturin í Sørvági byrjar kl. 15.00. Dómari verður Bjarki Danielsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Patrik hevur verið flúgvandi
Klaksvík­ingur við sannfør­andi aftursvari
07Vestur - KÍ: Kunning um Parkering
Svein Rógvi tippar Sundalagsróðurin
Føroyar fingið landagóðkenning frá Brasi…
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Megna Klaksvík­ingur ella Norðingur at sv…
Brandur: Klaksvík­ingur vinnur FM
Føroyar vunnu á Íslandi í fimmsettara
Herðaklapp frá Ársins Vitanarfróðu
“Get the Basics Right” – so ert tú væl á…
Við føroyskum fiski til Brasil
Stakkavík 34.538 pund hesa vikuna
Country Festivalur í góðveðri
Føroysku flogbóltsmenni­nir ímóti Íslandi…
Vagnur og Brandur vitja Norðlýsið
Listatión av at skifta tekjuna í Christi…
Magnus: Eg ynski, at leikarar spæla nógv
Danny & the Veetos við nýggjum staklagi
Nýggjur og spennandi kapitul á Grafia