Lýsing
Lýsing
Lýsing
Javier Milei við tiltiknu motorsagini, ið skal symbolisera niðurskurðin av almennu útreiðslunum. Longu nú er stór framgongd at hóma í Argentina | Mynd: Rosa Luxemburg-Stiftung

Motorsagin riggar – 1,7 milliónir børn lyft úr fátækradømi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.06.2025 - 15:54 Politikkur Tíðindi

Hóast helst tann ógvisligasti sparipolitikkurin í øllum Latínamerika er settur í verk í Argentina, er barnafátækradømi har minkað við 1,7 milliónum. Tað vísa nýggj tøl frá UNICEF og argentinsku hagstovuni INDEC

 

Tað skrivar brasilianski miðilin The Rio Times.

Samlaða fátækradømið í Argentina minkaði úr 52,9% til 38,1% uppá eitt hálvt ár, meðan ekstrema fátækradømið minkaði niður í helvt til 8,2%. Hetta hendir samstundis sum at stjórnin hjá Javier Milei skar almennu útreiðslurnar við 5% av BTÚ, eins og landið var úti fyri einum fíggjarligum niðurtúri uppá 1,7%.

Lykilin til hesa framgongdina hevur verið málrættaðar sosialar skipanir, millum annað eina víðkan av veitingunum til børn og øktum stuðuli til mat til tey fátækastu, saman við eini effektivari niðurberjing av inflatiónini. Inflatiónin fór úr 25,5% líka niður í 2,4% uppá eitt ár, og reallønin er byrjað at vaksa aftur.

Hóast argentiski arbeiðsmarknaðurin vaks til methøga talið 13,6 milliónir í arbeiði, er framvegis nakað eftir at gera: 11,5% av argentinsku børnunum liva framvegis í ekstremum fátækradømi, og veitingin til børn er ikki nóg mikið til at nøkta tørvin. IMF væntar tó ein búskaparvøkstur uppá 5,5% í 2025.

 

Kelda: https://www.riotimesonline.com/argentina-cuts-child-poverty-by-1-7-million-amid-historic-austerity-defying-expectations/

Lýsing
Seinastu tíðindini
Country Festivalur í góðveðri
Føroysku flogbóltsmenni­nir ímóti Íslandi…
Vagnur og Brandur vitja Norðlýsið
Listatión av at skifta tekjuna í Christi…
Magnus: Eg ynski, at leikarar spæla nógv
Danny & the Veetos við nýggjum staklagi
Nýggjur og spennandi kapitul á Grafia
Nýggja dokkin er ávegis
Næmingar á Serbreyt­ini fingið húgvuna
Nøglin beinleiðis í morgin kl. 15
Motorsagin riggar – 1,7 milliónir børn l…
Emma Ljungdahl nýggjur leikari í KÍ
Søguligt fyl vekir nýggja vón fyri tað á…
Spæliland við smákyktum
Sigrun Gunnarsdóttir,listakvinna fingið…
Nýtt undirvísingartilfar um sorg á føroy…
Vøkstur í alivinnuni, men versnaðir karm…
Tæn Afrika møti í Emmaus í kvøld
Jaspis og Ametyst rokast
Ferðavinnan ynskir løtuvinning í egnan l…