Lýsing
Lýsing
Jaspis og Ametyst rokast
Partrolararnir vóru bara úti í tvey døgn.
Jaspis og Ametyst hava eins og hinir partrolararnir, ið royna eftir upsa, havt góðan fiskiskap í fleiri vikur.
Jaspis og Ametyst fóru avstað týsdagin og høvdu bara fýra hál eystanfyri, so høvdu skipini fulla last, áleið 270.000 pund, har størsti parturin er upsi. Hetta er óvanliga góður fiskiskapur. Teir løgdu at bryggju á Kósini fyri løtu síðani.
Seinastu tíðindini