Spæliland við smákyktum
Nú kunnu bæði børn og foreldur gleða seg til spælilandið, sum verður í SMS í summarfrítíðini. Vit vita, at summarveðrið í Føroyum kann vera skiftandi, og tá er gott við einum innandura spælilandi, har børn altíð kunnu spæla í góðum veðri. Spælilandið er á Torginum frá 13. juni til 19. juli.
Sum heitið sigur, er eitt spæliland á Torginum í SMS við risastórum smákyktum. Í spælilandinum kunnu tit skreiða, hoppa og spæla. Eisini ber til at gerast smákyktafrøðingur við at svara spurnablaðnum á Torginum og koyra tað í svarkassan.
Vit finna smákyktafrøðingin hvønn mánadag.
Tað er sjálvandi ókeypis at vitja smákyktini og spælilandið.
Fríggjadagin 13 juni, tá ið spælilandið við smákyktum letur upp, fáast tatovering og okkurt (ó)lekkurt frá kl.15 til kl.17