Lýsing
Lýsing
Lýsing

Undirsjóvartunnil í Kalsoynna

SKRIVAÐ: Bjørn Kalsø  |  15.06.2025 - 07:43 Lesarabrøv Tíðindi

Spurningurin er, um sjóvegis ferðasamband ikki er ein leivd frá fornari tíð, og um undirsjóvartunnil ikki er framtíðar farleiðin í Kalsoynna ?

 

 

Undan aldarskiftinum varð roynt at fáa Kalsoynna við í norðoyatunnilsverkætlanina. Men talað var fyri deyvum oyrum.

Hvørki politiskarar ella ráðgevar, fingust at fremja tað einasta rætta í verki.

 

Plástur á sárið

Ferjulegan, sum kom í 2005 var plástur á sárið. Sam fór at sigla fyri Barsskor. Eitt tátíðar framstig, men í framtíðarsjónarhorni, - eingin langtíðarhaldfør íløga.

Sjón er fyri søgn, nú hundraðtals milliónir skulu nýtast at byggja nýggja kalsoyarferju, íløgur í ferjulegurnar á Syðradali og í Klaksvík og framtíðar skiparakstur.

 

Undirsjóvartunnil í Kalsoynna

Orka og peningur vóru uttan iva betur farin í undirsjóvartunnil á leiðini við Bumshamar í Klaksvík yvir til Syðradals á Kalsoynni, - á leið sum myndin omanfyri vísir.

 

Minni munur á kostnaði á ferju og tunli

Verður farið styrstu leið, kann undirsjóvartunnilin byggjast fyri 450 mió. kr. Tá er  eindarprísurin uml. 120 mió. kr. fyri hvønn kilometur, og tunnilin knappar fýra kilometrar. Tað tekur minni enn trý ár at byggja tunnilin.

Til samanberingar fer kostnaðurin av at byggja nýggja kalsoyarferju at tátta í 200 mió. kr.

Aðrar 10 tals mió. kr. skulu eisini nýtast til íløgur í í ferjulegurnar á Syðradali og í Klaksvík, um nýggja ferjan, ið er væl størri enn Sam, skal kunna sigla regluliga á vetrardegi í myrkri, vindi og hørðum streymi.

Framtíðar skiparakstur, og avmarkingar, sum standast av at reka ferju heldur enn fast samband, eiga eisini pláss í roknistykkinum.

 

Tekin í sól og mána tala fyri undirsjóvartunli

Samanumtikið er spurningurin, um sjóvegis ferðasamband ikki er ein leivd frá fornari tíð, - og um øll tekin í sól og mána ikki tala fyri undirsjóvartunli heldur enn ferju í Kalsoynna ?

 

Bjørn Kalsø

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ítøkilig loysn á bústaðarneyð­ini: Lo…
Føroyar taptu 3-0 fyri Luksemborg
Laura Dekker lagt at í Leirvík
Ein hjartans tøkk
KÍ vann stórsigur eftir trupla byrjan
Summarkvøld við Toftavatn
Undirsjóvar­tunnil í Kalsoynna
Norðsøki á veg á Íslands­miðini
Patrik hevur verið flúgvandi
Klaksvík­ingur við sannfør­andi aftursvari
07Vestur - KÍ: Kunning um Parkering
Svein Rógvi tippar Sundalagsróðurin
Føroyar fingið landagóðkenning frá Brasi…
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Megna Klaksvík­ingur ella Norðingur at sv…
Brandur: Klaksvík­ingur vinnur FM
Føroyar vunnu á Íslandi í fimmsettara
Herðaklapp frá Ársins Vitanarfróðu
“Get the Basics Right” – so ert tú væl á…
Við føroyskum fiski til Brasil