Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar taptu 3-0 fyri Luksemborg

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  15.06.2025 - 19:21 Ítrottur Tíðindi

Lítið restaði í í dag, tá føroysku flogbóltskvinnurnar spældu ímóti Luksemborg í seinasta dystinum í Silvurliguni á hesum sinni, men tá settini skuldu avgerast, var Luksemborg tað hvassari.

 

Silvurligan, kvinnur
Luksemborg – Føroyar 3-0 (25-20, 25-11, 25-20)

 

Í fyrsta setti skiftust liðini um at vera á odda, men eftir javnleik 18-18, mistu Føroyar takið, og Luksemborg vann fýra stig á rað og síðan settið 25-20.

Í øðrum setti gekk javnt á til Føroyar minkaðu um munin til 9-10, men síðan mistu alt á gólvið, tí eftir hetta vunnu Føroyar bara tvey stig, so at Luksemborg vann settið 25-11.

Føroyar komu tó fyri seg aftur í triðja setti og løgdu seg á odda 20-19, men tað síðsta restaði í, tí Luksemborg vann næstu seks stigini á rað og settið 25-20

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tjóðarsemja – og harpiks
Veðrið í vikuni
Gadus farin nýggjan túr
Pílagrímsguds­tænasta
Ein ítøkilig loysn á bústaðarneyð­ini: Lo…
Føroyar taptu 3-0 fyri Luksemborg
Laura Dekker lagt at í Leirvík
Ein hjartans tøkk
KÍ vann stórsigur eftir trupla byrjan
Summarkvøld við Toftavatn
Undirsjóvar­tunnil í Kalsoynna
Norðsøki á veg á Íslands­miðini
Patrik hevur verið flúgvandi
Klaksvík­ingur við sannfør­andi aftursvari
07Vestur - KÍ: Kunning um Parkering
Svein Rógvi tippar Sundalagsróðurin
Føroyar fingið landagóðkenning frá Brasi…
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Megna Klaksvík­ingur ella Norðingur at sv…
Brandur: Klaksvík­ingur vinnur FM