Lýsing
Lýsing
Lýsing

Konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.06.2025 - 08:21 Tíðindi

À skránni er fjøllbroyttur tónleikur eftir m.a. Hándel, Tartini, Albinoni, Saint Saéns og Heifetz. Upprunað føroyska tónar eru eftir Kristian Blak, Simona Eivindsdóttir og Laila Nielsen

 

Konsert í Fuglafjørð kirkjuni

týsdag 17.06 2025  kl. 20.00

 

Konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík

hósdag 19.06 2025 kl 19.30

 

Monika Stauss Joensen á violin og Andrea Stauss Hofmann á orgul og klaver, fara aftur í ár, í samband við summartónar, at framføra í Klaksvík og Fuglafirði.

Týsdag 17.juni 2025 kl 20 spæla tær í Fuglafjørð kirkju og hósdag 19.juni 2025 kl.19.30 spæla tær konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík.  Andrea spælur bæði á orgul og flygil.

Tónleikararnir eru systrar og upprunaliga úr Sveis. Monika hevur búð í Føroyum í mong ár og arbeitt sum violinleikari og violinlærari innan føroyamusikkskúla. Konsertvirksemi hennara er bæði her heima og útilanda. Andrea býr í Sveis, har hon arbeiðir sum orgulleikari í ymiskum kirkjum.

Hvørt ár spæla tær á ymiskum støðum í Sveis, meðan Monika vitjar heimland sítt. Andrea hevur óteljandi ferðir vitja oyggjarnar og hava tær saman spælt fleiri konsertir kring Føroyar. 

À skránni er fjøllbroyttur tónleikur eftir m.a. Hándel, Tartini, Albinoni, Saint Saéns og Heifetz. Upprunað føroyska tónar eru eftir Kristian Blak, Simona Eivindsdóttir og Laila Nielsen.

Konsertirnar eru ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimm av seks flokkum taka ábyrgd!
40 ár í sama starvi
Saman at standa … 
Líðhamar inni við 22.000 pundum
Batman sæddur í Á handlinum
Methøgt stigatal: Við Tjarnir fingið alt…
Summar­framsýningin prikar til okkara ásk…
Konsert í Christians­kirkjuni í Klaksvík
Tjóðarsemja – og harpiks
Veðrið í vikuni
Gadus farin nýggjan túr
Pílagrímsguds­tænasta
Ein ítøkilig loysn á bústaðarneyð­ini: Lo…
Føroyar taptu 3-0 fyri Luksemborg
Laura Dekker lagt at í Leirvík
Ein hjartans tøkk
KÍ vann stórsigur eftir trupla byrjan
Summarkvøld við Toftavatn
Undirsjóvar­tunnil í Kalsoynna
Norðsøki á veg á Íslands­miðini