Tvær Michelin-stjørnur í einum til PAZ
Matstovan PAZ í Tórshavn kann vera errin um at verða sloppin beinleiðis við í Michelin-Guide’ina við tveimum stjørnum. Poul Andrias Ziska er nýliga komin aftur úr Ilimanaq í Grønlandi, har Koks hevur húsast í eina tíð, og er farin undir sína egnu matstovu í høvuðsstaðnum. Matstovan PAZ hevði knapt og væl verið opin í 2 mánaðir, so hevur hon, eins og Koks á sinni, fingið 2 Michelin-stjørnur.
Í grundgevingunum stendur millum annað, at upplivingin á Paz er ein dýpdaruppliving, sum setir seg rimmarfast í minnið vegna framúrskarandi handverkið og røðina av persónliga tillagaðu rættunum, ið verða myndaðir av rávøru av landi og sjógvi kring matstovuna. Rættirnir fagna lokalu siðvenjunum við óvanliga góðum endurtulkingum av staðbundnum uppskriftum.
Hetta er fult í ráð við fatanina, sum dupulta Michelinmatstovan hevur av sær sjálvari. Á borðiskunum á PAZ verður strembað ímóti, at rættirnir skulu fortelja søguna hjá Føroyum við brúsandi havi, veðurbardum lendi og siðvenjur, sum hava staðið tíðarinnar roynd. Matstovan arbeiðir saman við fiskimonnum, búnaðarmonnum og handverkarum innan økið, og leggur seg eftir at lata hvønn bita smakka av Føroyum, sum greitt verður frá á heimasíðuni hjá matstovuni.
Eisini aðrar matstovur í Norðurlondum fingu Michelin-viðurkenning
Søgan um PAZ var uttan iva størsta sensatiónin í hesum umfarinum; sjálvt høvuðsmaðurin Poul Andrias Ziska segði seg ikki vænta hendan heiðurin, hóast hann visti, at okkurt helst var í væntu.
Í Danmark fingu seks matstovur eina Michelin-stjørnu, tvær teirra á fyrsta sinni: Alimentum í Aalborg; Sushi Anaba, texture og Udtryk í Keypmannahavn, Parsley Salon í Hellerup og Pearl by Paul Proffitt í Kruså. Harumframt vórðu sjey Bib Gourmand-heiðrar eisini latnir. Teir kunnu helst best lýsast sum “hálvar stjørnur”. Allar uttan ein av teimum matstovunum liggja í Keypmannahavn. Hartil fingu Dragsholm Slot Gourmet í Hørve og Treetop í Vejle grønar stjørnur.
Íslendska matstovan ÓX, ið frammanundan hevur eina Michelinstjørnu, fekk harumframt eina grøna stjørnu í sín lut.
Klaksvíkingur millum kokkarnar á PAZ
Millum tey á PAZ, sum saman við høvuðsmanninum sjálvum fingu duplta Michelin-heiðurin, telist, afturat fleiri úrmælingum úr øðrum londum, eisini klaksvíkingurin Seth Nystrøm Hansen. Seth gjørdist útbúgvin kokkur fyri einum ári síðani, fekk eina medalju ella heiðursmerki fyri framúr gott avrik, og hevur verið við á PAZ frá byrjan. Hann er einasti føroyski kokkurin á PAZ afturat Poul Andriasi Ziska.
Á myndini omanfyri sæst Seth Nystrøm Hansen við høgru lið Poul Andrias Ziska, ið er í miðjuni.
Kelda og víðari lesnaður:
https://news.michelin.se/articles/the-2025-edition-of-the-michelin-guide-nordic-countries-has-been-unveiled