Skráin fyri Norð Festivalin 2025 klár!
30. aug. verður Viðareiði karmur um ársins Norð Festival.
DoDo & the DoDo’s verður millum høvuðsnøvnini í ár, og tey fara á pallin kl. 21.30. Annars sæst úr skránni, at talan verður um tríggjar pallar.
Dagurin byrjar longu kl. 10.00 við ókeypis morgunmati fyri øllum gestunum, áðrenn Trølla Pætur og Omman kl. 11.15 fara at undirhalda fyri børnunum í stóra tjaldinum. Spælilandið letur upp kl. 12.00, eins og viðingar aftur í ár fletta eina kúgv kl. 12.30. Hotel Norð bjóðar sum vant eina vælsmakkandi buffét frá kl. 15.00.
Talan er um ein langan og fjølbroyttan tónleikadag, tí kl. 15.00 byrjar Uni Debess á hugnaligu terassuni, og tann seinasta konsertin verður við Adrenaline á stóra palli kl. 02.30. Talan er um heili 15 ymiskar tónleikaframførslur ígjøgnum dagin.
Fyriskipararnir siga í skrivi, at aftur í ár verður tjóðstarta eitt sindur fyrr, tí longu fríggjakvøldið 30. aug. kl. 19.00 verður hugnaløta og felagssangur á Hotel Norð við Jóanis Erik Køtlum, Eyðun Hansen, Eyðun á Lakjuni og Dávur Heinesen á harmoniku fyri festival gestum, umframt at Tónar fara at spæla til dans frá kl 22.00. So øll skulu vera hjartaliga vælkomin norð longu fríggjakvøldið, har vit halda á til kl 02.00. Eisini verður møguleiki at keypa atongumerki og at fáa armband á fríggjakvøldið.
Stóri Pallur:
18.00: Guðrið Hansdóttir
19.30: Marius Ziska
21.30: DoDo & the DoDo´s
23.45: Páll Finnur Páll
01.30: RSP
02.30: Adrenaline
Tjaldið:
11.15: Trølla Pætur og Omman
16.30: Danny Baldursson
18.45: Kim Hansen
20.30: Jens Marni Hansen
23.00: Eyðun Nolsøe
00.45: Karl Martin Samuelsen.
Terassan:
15.00: Uni Debess
15.45: Steintór Rasmussen
17.15: Elin Brimheim Heinesen