Lýsing
Lýsing
Lýsing
Theresa George kemur úr Norfolk í Onglandi. Her sæst hon undirvísa skeiðsluttakarunum | Mynd: Oliver Joensen

Opið hús á Spinnarínum fríggjadagin

SKRIVAÐ: Tekstur Johann Lutzen. Myndir: Oliver Joensen  |  21.08.2025 - 12:25 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Fríggjadagin 22. august kl. 14 verður Opið Hús á Spinnarínum. Har hevur verið eitt áhugavert skeið í spinning, ið hevur vart í eina viku, og sum nú endar við opnum húsi frá klokkan 14 fríggjadagin. Fólk kunnu koma inn at síggja, hvat gongur fyri seg, hvat skeiðsluttakararnir hava lært, eins og undirvísarin verður til staðar og framleiðslan hesa vikuna sýnd fram. 

 

Á hesum vikuskeiðnum hava gingið 19 kvinnur og 1 maður. Landafrøðiliga koma fólkini alla staðni frá í landinum; millum luttakararnir hava verið 3 lærarar á Glasi, nakrir lærarar frá Klaksvíkar Kvøldskúla og Tórshavnar Kvøldskúla. Eisini hava sniðgevarar (designarar) og annars ullaráhugað sum heild luttikið á skeiðnum.

Afturmeldingarnar hava verið øgiliga positivar, og tað gevur góðan gróðrarbrot fyri at gera dreymar til veruleika. Áhugafelagið Spinnaríið vil fegið siga søguna um spinning, føroyska ullasøgu og føroyska ullatilvirkingarsøgu fyri bæði føroyingum og ferðafólkum.

Skeiðið hevur verið fíggjað við luttakaragjaldi og mentanarstuðli frá Klaksvíkar Kommunu. Annars er talan um eitt áhugafelag, sum koyrir rættiliga nógv upp á idealismu, sigur Dorit Hansen í Áhugafelagnum Spinnarínum, og leggur afturat, at Spinnaríið hevur eitt potentiali, sum ger, at tey avgjørt síggja fyri sær møguleikan at verða sjálvberandi.

Fríggjadagin klokkan 14 kunnu fólk so støkka inn á gólvið á Spinnarínum og sjálvi gera sær tankar um ullarhondverkið.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Adrenaline við nýggjum staklagið
Skráin fyri Norð Festivalin 2025 klár! 
Vit fegnast um uppskotið – men meira má…
KÍ kaffi í morgin
Stuttfilmur um Karl í Ánunum
Fantasy prát við Atla Jacobsen og Jákup…
Stovnar 500-milliónagrunn eftir floksvei…
Silvitni í Varpinum
Illgrunin hjá Sirið Stenberg kann kosta…
Toppdystur á Djúpumýru sunnudagin
Ukrainari handtikin fyri Nord Stream-sab…
Í sveitta andlits tíns
Opið hús á Spinnarí­num fríggja­dagin
Leitaðu eftir krabbum til kørini á Sjóma…
Fiski­vinnan verður hildin niðri, meðan a…
U20 gentir og dreingir leika í EM endaum…
Ymiskir prísir, hóast vegastrekki eru ei…
Hvat er El Niño, og hvat ger El Niño?
Hví bleiv Sirið Stenberg forkvinna í Tjó…
Fult hús á Sjónámi