Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskivinnan verður hildin niðri, meðan alivinnan sleppur at blóma

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.08.2025 - 10:00 Politikkur Tíðindi Vinna

At latið útlendingar sloppið at gjørt váðafúsar íløgur í føroyska fiskivinnu kundi gjørt, at vinnan slapp at vaksa seg nógv størri, eins og vit hava sæð í alivinnuni, har útlendskur íløguhugur er bæði vælkomin og kærkomin.

 

 

Tann føroyska alivinnan er ein sólskinssøga. Tað hevur hon ikki altíð verið, og vit minnast, at stutt eftir aldarskiftið stóð hon á gravarbakka. Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, greiddi í Fiskivinnutinginum í Varpinum týskvøldið frá, at peningastovnarnir tá stóðu við svartaperi; fá og ongi í Føroyum vildu keypa seg inn í alivinnuna, og bankarnir sjálvir kundu av góðum grundum ikki reka alivinnu. Loysnin var, at man fór út og skapti áhuga uttanlands fyri føroyskari aling.

Harvið varð sólskinssøgan gróðursett. Útlendskur kapitalur hevur gjørt, at føroyska alivinnan hevur kunnað sprongt øll mørk og hevur í dag eitt virði omanfyri 20 milliardir (!). Tað hevði als ikki kunnað latið seg gjørt, um alivinnan var avmarkað til einans at kunna hava føroyska fígging.

Johnny í Grótinum nevndi eisini í samrøðuni á Fiskivinnutinginum, at ein møguleiki væl kann vera, at eitt hámark verður sett fyri, hvussu stóran lut útlendingar kunnu eiga, um so er, at landsmyndugleikarnir stúra fyri, at teir gerast ov valdsmiklir. Men heilt at útihýsa áhugaðum útlendskum kapitali er at binda fiskivinnuna niður.

Tíðarskeiðið 2019-2023 gjørdi alivinnan íløgur fyri 10,1 milliard og rindaði 2,4 milliardir í skatti. Tí tann vinnan er sloppin at vaksa seg stóra, og tað hevur eisini lønt seg fyri Landskssan.  

Men í fiskivinnupolitikkinum sæst ikki ein farri av sama áræði. Har hevur man politiskt avgjørt, at verandi útlendski ognarluturin skal út úr vinnuni í seinasta lagi í 2032. Eftir tað skal føroyska fiskivinnan vera avmarkað til, hvat kann fíggjast við føroyskum pengum einsamøllum.

Sostatt leggja føroyskir politikarar í dag fót fyri, at fiskivinnan kann gerast ein sólskinssøga eins og alivinnan. Tað er ikki gjørligt at finna 20 milliardir krónur, um man er avmarkaður til einans at kunna leita eftir íleggjarum í Føroyum.

At gjørt Føroyar til eitt áhugavert íløguland fyri útlendskar íleggjarar við váðafúsum kapitali hevði kunnað skapt búskaparvøkstur í Føroyum og givið vinnuni kapitalinnspræningar, sum góvu føroysku reiðaríunum møguleika fyri at vaksa seg størri og sterkari. Ígjøgnum búskaparligu ringrásina hevði tað havt við sær øktan eftirspurning eftir vørum og tænastum frá undirveitarum kring landið, eins og ein vøkstur í fiskivinnuni hevði kunnað givið fleiri arbeiðspláss.

Men her vísa føroysku politikararnir seg at vera forðingar, og tað avmarkar ikki bert reiðaríini, sum ætlanin er at avmarka, men eisini inntøkurnar hjá Landskassanum frá vinnuni, av tí at partafelagsskatturin er ein prosentpartur av úrslitinum hjá fyritøkunum.

Samanumtikið hevur føroyska politiska skipanin í stóran mun víst seg at vera ein viðleikari hjá eitt nú alivinnuni og ferðavinnuni, ið eru slopnar at vaksa seg heilt stórar við at tiltrekkja útlendskan kapital til Føroya, men ein mótleikari hjá fiskivinnuni, ið ikki sleppur at gera tað sama.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Adrenaline við nýggjum staklagið
Skráin fyri Norð Festivalin 2025 klár! 
Vit fegnast um uppskotið – men meira má…
KÍ kaffi í morgin
Stuttfilmur um Karl í Ánunum
Fantasy prát við Atla Jacobsen og Jákup…
Stovnar 500-milliónagrunn eftir floksvei…
Silvitni í Varpinum
Illgrunin hjá Sirið Stenberg kann kosta…
Toppdystur á Djúpumýru sunnudagin
Ukrainari handtikin fyri Nord Stream-sab…
Í sveitta andlits tíns
Opið hús á Spinnarí­num fríggja­dagin
Leitaðu eftir krabbum til kørini á Sjóma…
Fiski­vinnan verður hildin niðri, meðan a…
U20 gentir og dreingir leika í EM endaum…
Ymiskir prísir, hóast vegastrekki eru ei…
Hvat er El Niño, og hvat ger El Niño?
Hví bleiv Sirið Stenberg forkvinna í Tjó…
Fult hús á Sjónámi