Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kári P á Summar Festivalin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.05.2025 - 06:00 Mentan Tíðindi

Meistarligi sangskrivarin fer at framføra sangir úr stóra sangskatti sínum á Summar Festivalinum í august

 

Kári P er millum mest virdu og viðurkendu føroysku vísusangarar og sangskrivarar. Hann hevur síðani seksti árini ríkað føroyska tónleikaheimin og samfelagið annars við sangum, útgávum og framførslum. 

Tíðliga í sjeyti árunum komu sangir sum "Gullkálvavalsurin", "Bláa húsið", "Heit var náttin" og "Mitt í eini meining" út á ep-útgávum hjá Debess & Petersen. Í 1978 steig Kári P fram sum solistur við tiltiknu útgávuni Vælferðarvísur. Í 1991 kom hann við framúr útgávuni "Hinumegin Ringvegin".

Kári P hevur givið okkum sangir sum "Villar víddir", "Kalli Katt", "Súrligar nætur í Keypmannahavn", "Bara tú riggar" og fleiri. Hann er meistarligur yrkjari og eygleiðari og hevur við veingjaðum orðum og fangandi løgum givið føroyingum eina sangperlu fyri og aðra eftir. 

Á Summar Festivalurin í august fer Kári P saman við tónleikarum at framføra sangir úr stóra sangskatti sínum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
NIARN í Varpinum í kvøld
Kvøldseta í Klaksvík
Klaksvíkar kommuna í stórari skuld
Upphiting áðrenn dystin millum Føroyar o…
Methøg inngjøld í 2024
Kári P á Summar Festivalin
René Shaki Joensen gjørt nýggjan sáttmál…
Ókeypis konsert við svenskum slagverksbó…
Ein perla er varðveitt í Klaksvík – hjar…
Føroysk vinnulívs­fólk á ferð við 62°Vinn…
Mjølnir hevði trý av teimum bestu
Sjúgvaður av vølli
Skipað avmyndan av verkum eftir listaman…
Almenn móttøka – Gomlu lækna­hús­ini tikin…
Føroysk Miðlafólk fjølgast
Latið pensjónistar­nar hava frið
Veðrið í vikuni
Planta eitt træ
Berøa-kórið syngur í Betesda sunnukvøldi…
Norð­búgvin TN 28