Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðbúgvin TN 28

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  04.05.2025 - 05:22 Tíðindi

Myndin (frá Tjóðsavninum) sýnir koltrolaran Norðbúgvan TN 28 í tungari aldu. Helst siglir hann á marknaðin, nú ketlarnar arbeiða undir trýsti.

 

 

Stríðsárini 1939-45 sigldu føroyingar sum kunnugt vandasjógv. Trolararnir vóru á ísfisk, sigldu á bretska marknaðin og fingu góðan prís.

Móti ársenda í 1938 keypti pf. Uvak í Havn trolaran Norðbúgvan (áður Vendora) úr Bretlandi. Hann var smíðaður í 1928 í Beverley í Bretlandi, var 283 tons brutto og hevði 500 hesta guvumaskinu.

Í 1942 fór Hans Pauli Johannesen at føra Norðbúgvan. Um jólini royndi hann ofta á Halanum. Har var nógvur fiskur hesa ársins tíð, men harðført veður við vanda fyri yvirísing. Nógv skip lógu um høgtíðina, og prísurin var sera góður fyrstu dagarnar í nýggja árinum.

Alt fyri eitt, seinni heimsbardagi var av, slapp Hans Pauli sær norður til Bjarnoynna. Har var ørgrynni av fiski, nú eingin hevði roynt har ófriðarárini. Teir fingu fulla ísfiskalast eftir fáum døgum og sóu einki skip á túrinum, sigur Hans Pauli í endurminningum sínum.

Hans Pauli hjá Mortani í Hvannasundi førdi Norðbúgvan til og við 1946, tá ið hann fór at hava eftirlit við nýggja trolaranum hjá Uvak, Jóannesi Paturssyni, sum hann skuldi føra.

Eftir hetta var Jógvan Páll Fjallsbak flaggskipari á Norðbúgvanum og Svenning Johannesen fiskiskipari. Tá ið Steintór Durhuus hevði tikið longdina fór hann at føra bátin.

Um heystið 1947 keypti pf. Hellufossur í Kvívík Norðbúgvan og nevndi hann Egil. Tá ið trolarin sløk tvey ár seinni var á heimveg eystaneftir, sigldi hann 24. oktober 1949 á land við Bjarnoynna og sakk. Vágatrolarin, Varðberg, bjargaði manningini. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­búgvin TN 28
Lovorð til Leivur
EM byrjar í Klaksvík
Andstøðan stóð saman, samgongan ikki
Fiskimála­ráð­har­rin og Pontius Pilatus
Tað er ikki nógvir útróðrarmenn eftir í…
Nýggir kavarar klárir
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Ester Skála á Summar Festival
Gloym meg ei - Stuðuls­konsertin 2025
Landnyrðings­føroyar – tapara- og vinnara…
Svartkjaftastovnu­rin í minking
Sálarligur harðskapur, tráfylging og ága…
Kim og Føroya Symfoniorkestur í Norðurla…
Alt til lands – í Norra
Nes Kommuna veksur við fullari ferð
Samgongan í spakuligari upploysn
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Veðrið um vikuskiftið