Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Turið Laksá

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  02.05.2025 - 14:00 Tíðindi Veðrið

Hampuligt veður fyri tíðina, tó at eitt sindur av vindi hevur verið í dag. Lágtrýstið, sum fór eysturvið norðanfyri í gjár, er nú statt millum okkum og Noreg, og tað fer at draga kalda luft niðurímóti okkum í morgin. So tað fer at kølna eitt sindur.

Men høgættin verður ikki liggjandi leingi á hesum sinni. Sunnudagin fer eitt hátrýst at leggja seg yvir okkara leiðir, og sum kortini síggja út í dag, so fara vit at hava hátrýstveður nætu 10 dagarnar ella so.

Og so kann eg endurtaka, at ....hátrýstveður er vanliga gott veður......

Kanska eitt sindur váði at fara so langt fram, men hatta vísa so kortini í dag. Livst so spyrt.

Fari ikki at troytta tykkum við fleiri smálutum, men fari heldur til veðrið hetta vikuskiftið dag fyri dag:

Byrjandi við veðrinum í løtuni, so er frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, skýggjað loft og ælaveður. Seint seinnapartin ella í kvøld veksur hann vindin upp í upp í frískan vind ella hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður. Í nátt frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skýggjað og bert okkurt ælið í støðum. Hitin í dag 5 til 9 stig, í nátt 2 til 6 stig.

Í morgin er frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, í støðum upp í ein strúk í vindi, 12 m/s. Loftið hálvskýggjað ella skýggjað og yvirhøvur turt. Um náttina minkandi vindurin niður í eitt lítið, minni enn 5 m/s, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Sunnudagin er eitt lítið lot norðan ella av ymsum ættum, vindferðin minni enn 5 m/s, og loftið smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin vestan og veksandi upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, ádrigið og turt. Hitin um morgunin millum frostmarkið og 5 stig; seinnapartin 5 til 9 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Andstøðan stóð saman, samgongan ikki
Fiskimála­ráð­har­rin og Pontius Pilatus
Tað er ikki nógvir útróðrarmenn eftir í…
Nýggir kavarar klárir
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Ester Skála á Summar Festival
Gloym meg ei - Stuðuls­konsertin 2025
Landnyrðings­føroyar – tapara- og vinnara…
Svartkjaftastovnu­rin í minking
Sálarligur harðskapur, tráfylging og ága…
Kim og Føroya Symfoniorkestur í Norðurla…
Alt til lands – í Norra
Nes Kommuna veksur við fullari ferð
Samgongan í spakuligari upploysn
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Veðrið um vikuskiftið
Til minnis um Steinfinn Matras
Størsti sigur hjá KÍ síðani 1998
10-0 til KÍ