Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

EM byrjar í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  03.05.2025 - 17:02 Ítrottur Tíðindi

Sunnudagin klokkan 15:00 verður føroysk fótbóltssøga skrivað, tá EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum verður sparkað í gongd á Djúpumýru í Klaksvík.


Niðurteljingin til eina av størstu ítróttarkappingum í Føroyum nakrantíð er av álvara byrjað. Næstu vikurnar verður Fótbóltssamband Føroya nevniliga vertur fyri EM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum.

Umframt Føroyar, verða Spania, sum eru verandi evropameistarar, Frankaríki, Italia, Eysturríki, Noreg, Pólland og Holland eisini við í kappingini.

Dystirnir verða spældir á Djúpumýru í Klaksvík og á Tórsvølli. Eysturríki og Holland leggja fyri sunnudagin 4. mai klokkan 15:00. Seinni á degnum, klokkan 18:00, spæla Føroyar og Noreg á Tórsvølli, í samband við hendan dystin er opening ceremony.

Í sambandi við dystirnir í Klaksvík skipar Klaksvíkar kommuna fyri upphitingartiltøkum 4., 7. og 14. mai.

At talan er um eina stóra og umfatandi fótbóltskapping – ja, allarhelst tann størsta higartil – sæst aftur á øllum brøgdum.

Væntandi koma áleið 400 fólk, ið hava beinleiðis tilknýti til kappingini, til Føroya hesar dagarnar, og afturat teimum kann hugsast, at nakað av viðhaldsfólkum eisini leitar sær hendan vegin at hyggja eftir fótbólti.

Atgongumerki til allar dystirnar fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 40 krónur fyri vaksin og 20 krónur fyri børn.

Sunnudagin 4. mai
Kl. 15:00 Eysturríki – Holland (Klaksvík)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórshavn)

Mánadagin 5. mai
Kl. 15:00 Spania – Frankaríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Pólland – Italia (Tórshavn)

Mikudagin 7. mai
Kl. 15:00 Føroyar – Eysturríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Holland – Noreg (Tórshavn)

Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórshavn)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (Klaksvík)

Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Holland – Føroyar (Tórshavn)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (Klaksvík)

Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórshavn)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (Klaksvík)

Mikudagin 14. mai
Kl. 12:00 Nr. 3 í bólki A – Nr. 3 í bólki B (Tórshavn / Play off til HM)
Kl. 15:00 Nr. 1 í bólki A – Nr. 2 í bólki B (Klaksvík / hálvfinala)
Kl. 18:00 Nr. 1 í bólki B – Nr. 2 í bólki A (Tórshavn / hálvfinala)

Leygardagin 17. mai
Kl. 18:00 FINALAN (Tórshavn)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ikki sørt skelkandi!
Norðoya Fornminns­savn hevur aðalfund
Nýggjur KÍ sangur - Blá sum havið
Stór granskingarverkætlan um fiskiskap…
Tobias Rahim kemur til Føroya
Regn, róður og glaðar løtur - Norð­oyaste…
Børge Petersen er givin í KÍ
Jóannes Bjartalíð: Eg skifti ikki felag…
Tá húsini á Akursmørk vórðu rakt av bumb…
Mennandi kapping fyri ungu Badmintonleik…
KÍ hevur ikki verið so føroyskt í 9 ár
Veðrið í vikuni
Koyr bil, tá tú koyrir bil!
Norð­oyastevnu­framsýning
Tóra Við Keldu helt norð­oyastevnurøðan
Sangløta í Betesda á Norð­oyastevnu
Eingin skrúðgonga - Møtt verður í Varpin…
Brúðarstás í 100 ár
Brúðarstás í 100 ár
Miðnáttarrøða í Vágstúni