Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroysk vinnulívsfólk á ferð við 62°Vinnu á stóru, altjóða fiskivinnuráðstevnuni í Barcelona

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.05.2025 - 14:29 Tíðindi Vinna

Í morgun fóru fleiri enn 55 føroyskar fyritøkur – 170 vinnulívsfólk á ferð til Barcelona at luttaka á stóru altjóða, ráðstevnuni SEG, Seafood Expo Global 2025, sum verður hildin frá 5. til 8. mai.

 

62°N Vinna skipar sum vant fyri túrinum, sum í fleiri ár hevur havt sera stóra undirtøku og undirstrikar hettar, tann vaksandi týdningin, sum ráðstevnan hevur fyri føroyska vinnulívið. “Áhugin hjá føroysku fyritøkunum, í at styrkja síni altjóða sambond er vaksandi”, sigur Leivur Samuelsen, stjóri á 62°N.

SEG er ein tann størsta ráðstevnan í heiminum innan sjógætis- og fiskiídnaðin og er ein altjóða miðdepil fyri nýhugsan, samstarv og menning. At vera til staðar á einari slíkari ráðstevnu gevur føroyskum fyritøkum og luttakarum úr Føroyum, møguleika fyri at netverka, deila vitan og fáa innlit í nýggjastu tøknina og marknaðartilgongdirnar, sum eru avgerandi fyri at varðveita kappingarførið á altjóða marknaðinum.

”Vit fáa hvørt ár fyrispurningar frá føroyskum fyritøkum, ið ongantíð hava verið við áður, og ynskja at luttaka á SEG. Samstundis hava við fyritøkur, ið hava verið við okkum í fleiri ár.”

Føroysk vinnulívsfólk koma við fyri at kanna nýggjar marknaðarmøguleikar, knýta sambond og samstundis fyri at vísa fram føroyska sjógætis rávøru og tænastu. At vera til staðar á SEG er týdningarmikið fyri at skapa samband við nýggjar samstarvspartnarar.

”Við okkara drúgvu royndum og einum sterkum toymi og netverki innan vinnuferðir, tryggja vit eina ómakaleysa og góða ferðauppliving fyri okkara luttakarar. Við at skipa fyri SEG- túrinum hvørt ár, styrkja vit um okkara støðu, sum ein leiðandi veitari av vinnuferðum til vinnuna. Vit síggja tað sum ein heiður at byggja brýr millum føroyska og altjóða vinnulívið,” sigur Leivur Samuelsen, stjóri á 62°N

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat varð av pensjónini
Tvey føroyskt met í Brussel í vikuskifti…
Upptakt: TB-KÍ
Um hetta er ein singuler lóggáva, so er…
Rakul nýggjur løgfrøðingur
Áhugin fyri føroyskum kappróðri er vaksa…
BUMR eigur næsta leikin - viðmerk­ingar f…
Veðrið um vikuskiftið
Kvøldartúrur niðan á Myrkjanoyra
Eyka pláss til Marius Ziska-konsert­ina í…
Hanus: Førdi fiski­vinnu­politikku­rin skal…
Dagføra gjøld fyri tænastur hjá Klaksvík…
Virðismikil fuglatøl útgivin í grein
Kunningarkvøld um tvørkynd
Frálík SPIRIO-konsert í Varpinum í kvøld
Gongur skjótt at bróta niður
Nógvur sangur nú leygar­dagin
STEINWAY-KONSERT umvegis SPIRIO í KLAKSV…
”Teir kunnu bara keypa seg úr samtaki­num…
Tíðin er búgvin: Røtt stig fyri eitt ste…