Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat varð av pensjónini

SKRIVAÐ: Steintór Rasmussen  |  25.05.2025 - 22:39 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Kanska hava vit longu gloymt krúnukrímið og hvat hendi, tá tey tímaløntu tóku um endan, og tey í høgum týðandi størvum bundu frið. Vit hava brúk á góðum akademikarum, men kanska ikki fjøruti tímar um vikuna í fjøruti ár. Ella til eina lívsløn áljóðandi 40 miljónir.

Ikki var alt betri fyrr. Men hvat hava føroyingar í dag lært av teimum gomlu, sum nú sita einsamøll í forfalnum húsum ella á ellisheimum kring landið og onki fáa sagt.

Hvar eru tey útbúnu, sum vita væl um búskap og nyttugreining. Hvar eru politikararnir og tey við lívsroyndunum. Hvar er viljin at ríva niður yvirbygningar og brota hol í almennar verjugarðar. Hvar eru tey, sum megna at lyfta seg upp um fjallatrongan og skoða møguleikarnar í Føroyum. Hvat sigur fólkið, og hvat sigur okkara vanliga vit og skil.

Fyri mær kennist tað, sum vit øll verða drigin upp á tráð. Tað er næstan sum við ævintýrinum um snildu skræddararnar. Samfelagið er latið í eina stóra glæru. Løgmaður stendur eftir við nakna veruleikanum. Og fólkið má rinda rokningina.

Góða Ruth, Aksel og Eirikur. Enn eru ikki allar súðir syftar. Lurtið eftir fólkinum. Hugsið ikki í dýrum loysnum. Setið pensjónsaldurin niður. Styttið arbeiðsvikuna. Og gevið øllum tímaløntum eina ríviliga lønarhækking. So ganga vit øll somul eini blíðari framtíð í møti. Og ljós verður við tunnilsmunnan.

Kanska sleppa tit undan hópuppsagnum, um fakfeløgini eisini skilja boðskapin, og vanligi føroyingurin lurtar og steðgar á. Vit skulu øll ígjøgnum eina hugburðsbroyting. Vit hava vanabundið samfelagið. Og nú sleppa vit ikki undan eini kollektiva avrúsing. Vit mugu klænka okkum. Liva eitt sindur rættari. Vera meira í nærumhvørvinum og um okkara kæru. Virðismeta fyrimunin føroyingar hava fingið. Vit, sum eru fødd og búgva í einum so tryggum og vøkrum oyggjarsamfelagi. Har yvirforbrúk og eftirlit er trupulleikin, og at lyfta tey veikastu upp í samfelagnum, er avbjóðingin. Vit mugu duga at síggja gleðina í tí, sum ikki kann gerast upp í pengum. Og fáa sum frægast burturúr tí, sum er. Hava tíð at vera saman við vinum og kenningum, fríðka um og skapa hugna og harmoni í gerandisdegnum. Raðfesta tað mennsikjansliga. Duga at vera heima við góðari samvitsku. Uttan býttar undanførslur og minni væl grundaðar sjúkradagar.

Fólk skulu ikki vera á arbeiðsmarknaðinum longur enn tey sjálv orka, tíma ella vilja. Og øll skulu hava ráð at gerast gomul. Og fáa eftirløn. Í øllum førum, um tú hevur arbeitt helvtina av tínum lívi og ert vorðin 60 ár.

Tað, sum áður var ein sjálvfylgja, er í dag ein trupulleiki. Í Føroyum mangla vit sosialan kapital og tað merkist. Um dagarnar standa nógvu milliónborgirnar tómar. Tað rýkur ikki av mati og nærveru í teimum mongu væl útgjørdu køkunum. Tað er ongin drekkamunnur hjá børnunum at koma heim til. Omman er á fundi. Tað eru ov fáir abbar, sum smíða og fara á flot við dreingjunum. Nógv børn hava ongan at knýta seg til í gerandisdegnum. Tað er skermurin og professionell starvsfólk, sum alt og øll mala rundan um. Tey vaksnu í familjuni eru til arbeiðis. Tey allarflestu á skrivstovunum, har tosað verður um strongd, feriu, teldutrupulleikar og manglandi játtanir á fíggjarlógini. Á ellisheimunum er hinvegin friður um dagarnar ... Og hvussu verður samrøðan í uppihaldsstovuni, tá fleiri og fleiri av starvsfólkunum einans duga enskt ella onnur tungumál, sum búfólkini ikki skilja.

Vit kundu sýnt størri virðing og givið hvørjum øðrum størri ans.

Helst hava børn meiri brúk fyri nærverandi ommum og abbum enn sálarfrøðingum. Eisini at skapandi lív er millum húsini. Gamaní er tað í barnagørðum og í skúlum, at vit læra og sosialiserast. Men vit alast upp í heiminum, og tað er saman við familjuni, at vit málsliga og fatanarliga mennast og styrkja týðandi dygdir og eginleikar.

At so nógv fólk skulu bróta seg frá húsum hvønn dag fyri at ansa, stuðla, diagnostisera og leiðbeina leitandi ráðaleys børn og ung, kann ikki vera rætt.

Telefonin og tøknin hava tikið valdið í landinum. Og vit kvalast í pappírum og av tungum lógarverki. Men hondina á hjartað. Hvar er mentanarliga víðskygnið. Tað, sum gevur lívinum meining og innihald. Eg sakni fleiri stjørnuskot á politiska himmalinum. Tað er onki nýtt undir sólini. Vit hoyra somu tónarnir á tingi. Meðan serfrøðingar bera fíggjarmálaráðnum sínar nýggjastu kostgreiningar á dagførdum rokniørkum. Tí nú skal persjónsaldurin upp og alment (pseudu)arbeiði, við hjálp frá tímaløntum uppslitnu verkfólkum, fíggja vælferðarsamfelagið og tunnilin til Suðuroyar, sum føroyingar bíða eftir.

Vit kunnu brúka milliónir og aftur milliónir uppá at tekna aldurspyramidur og at framrokna, hvussu tað tað verður fyri samfelagið nú føroyingar alsamt vilja liva longri. Og vit kunnu brúka milliónir og aftur milliónir at kanna, hvussu vit fíggjarliga innrætta okkum sum samfelag, soleiðis at vit kunnu geva øllum ein virðiligan aldurdóm og tað neyðugu røktina, tá ið tann dagurin upprennur. Og vit kunnu eisini rokna uppá sjúkadagar og kostnyttu hjá øllum teimum hálvfjers ára gomlu, sum ístaðin fyri eftirlønina skulu skulu verða í føstum størvum.

Hvør skal gjalda hetta ballið, spyrji eg. Verður hetta tey tímaløntu og tey lágløntu í framleiðsluvinnuni?

Eitt sterkt vinnulív og tað nógva ríkidømi, sum vit eiga í havinum, klárar at gjalda fyri sína arbeiðsmegi, men um tann nógvi skattapeningurin sleppur at avlaga samfelagið við ov nógvari almennari ovurnýtslu og dýrum byggiætlanum, so verður tað ikki lætt hjá vanligum verkafólki at fá endarnar at røkka saman. At innflyta útlendska arbeiðsmegi til okkara tænastuvinnu, at standa í handlum, til at byggja okkara hús og at passa tey gomlu, kann ongantíð vera nøkur góð og varandi loysn.

Der er noget galt i Danmark, sang John Mogensen fyri hálvari øld síðani. Hvussu er støðan í Føroyum í dag, og hvussu seta vit út í kortið.

Nýggj ættarlið við væl útbúnum fólki, handverkarum og røskum arbeiðarum skulu fáa samfelagshjólini at mala. Og tímalønin hjá arbeiðarum í produktivi vinnuni og øllum røktararbeiði skal fáa eina søguliga lønarhækking.

Jamen, kæri skúlalærari og droymari, hvussu skal alt hetta hanga saman, spyrja Ruth, Aksel og Eirikur og ivaleyst fleiri onnur, sum skulu taka tær stóru avgerðirnar fyri landið og fólkið.

Tankar eru fríir. Og hví ikki lurta eftir okkum, sum eru um at dovna og sovna í okkara annars so góða og týdningarmikla fastlønta yrki.

Tað er brúk fyri okkum øllum her í Føroyum. Men eg undrist mangan, hvussu nógva orku vit brúka uppá at fara yvir um ánna eftir vatni. Og hvussu lítið nyttuvirði liggur eftir av nógvum av tí, sum vit gera. At virka, tað er at liva. Men at vera á einum almennum lønarlista er ikki nakar mannarættur. Men tað er hinvegin ein samhaldsføst pensjón, sum vit kunnu liva av.

Vit tjena ríkiligt, men vit oyðsla og brúka yvir evnir. Vit halda okkum hava eitt mennandi stríð, men geva okkum illa nokk stundir at vera um tey, sum vit elska allarmest. Fólk í trýssinum eiga eisini gomul foreldur, sum vit ikki mugu gloyma ella goyma burtur í gerandisdegnum. Fært tú eina góða pensón, so verða eisini betri stundir at ansa barnabørnum og at gera annað fyrifallandi arbeiði.

Kanska hava vit longu gloymt krúnukrímið og hvat hendi, tá tey tímaløntu tóku um endan, og tey í høgum týðandi størvum bundu frið. Vit hava brúk á góðum akademikarum, men kanska ikki fjøruti tímar um vikuna í fjøruti ár. Ella til eina lívsløn áljóðandi 40 miljónir.

At fólk fyrr í tíðini høvdu langar og strævnar arbeiðsdagar skilja tey flestu. Men at vit við øllum okkara hentleikum og vitan eru tvungin at arbeiða til vit standa við øðrum beininum í grøvini, gevur als onga meining.

Hvat er so týdningarmikið at fáa gjørt. Er tað umsitingin í landinum, sum ikki klárar at arbeiða undan. Er tað skúlin og barnaansingin, sum krevur eyka stuðlar og ráðgeving og dýrtkeypta serfrøði fyri at ala upp góðar og rúmligar samfelagsborgarar. Eru tað stovnar ella handlar, sum mugu hava opið alt samdøgrið, so at øll tey arbeiðssomu og stressaðu, sum ikki fáa stundir at baka ella taka mat upp úr frystiboksina, kunnu sleppa at keypa breyð og mjólk allan sólarkringin.

Vit mugu hava stundir at liva!

Góða summarfrí

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat varð av pensjónini
Tvey føroyskt met í Brussel í vikuskifti…
Upptakt: TB-KÍ
Um hetta er ein singuler lóggáva, so er…
Rakul nýggjur løgfrøðingur
Áhugin fyri føroyskum kappróðri er vaksa…
BUMR eigur næsta leikin - viðmerk­ingar f…
Veðrið um vikuskiftið
Kvøldartúrur niðan á Myrkjanoyra
Eyka pláss til Marius Ziska-konsert­ina í…
Hanus: Førdi fiski­vinnu­politikku­rin skal…
Dagføra gjøld fyri tænastur hjá Klaksvík…
Virðismikil fuglatøl útgivin í grein
Kunningarkvøld um tvørkynd
Frálík SPIRIO-konsert í Varpinum í kvøld
Gongur skjótt at bróta niður
Nógvur sangur nú leygar­dagin
STEINWAY-KONSERT umvegis SPIRIO í KLAKSV…
”Teir kunnu bara keypa seg úr samtaki­num…
Tíðin er búgvin: Røtt stig fyri eitt ste…