Lýsing
Lýsing
Lýsing

NIARN í Varpinum í kvøld

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.05.2025 - 08:07 Tíðindi

Týskvøldið 6.mai kl.19 vitjar Niels Roos, vanliga nevndur NIARN, í Varpinum.

 

Niarn er ein kendur danskur rappari, rithøvundur og fyrilestrahaldari, sum kemur at siga frá sínum lívi, sum tónleikari, og sum misnýtari.


Tað er Frælsið ið hevur fingið kenda listamannin heim til Føroya, at hava fyrilestur í Varpinum, undir heitinum “Mit liv, mine regler. – En historie om musik og misbrug”.


Viðgerðarstovnurin Frælsið er eitt avvenjingartilboð fyri ung í aldrinum 18-24 ár, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum. Og við hesum fyrilestri ynskja fyriskipararnir at varpa ljós á vandarnar og avbjóðingarnar við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu. 


Fyrilesturin hjá NIARN er almennur og ókeypis. Við øðrum orðum er tað ikki neyðugt at bíleggja pláss ella atgongumerki, tað er bara at koma í Varpið í kvøld.


Ein drekkamunnur verður at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tveir ella tríggir dystir kunnu avgera F…
Lendi til íbúðarverkætlan til sølu
Myndarøð: Seafood Expo Global
Leigubústaðir til Klaksvíkar Sjúkra­hús
Kári Svensson í Gallarí Havnará
Kann mann veruliga lóggeva ímóti einum m…
Heimsins størsta sjógætismessa í Barcelo…
Javnaðar­flokku­rin heldur lands­stevnu ley…
NIARN í Varpinum í kvøld
Kvøldseta í Klaksvík
Klaksvíkar kommuna í stórari skuld
Upphiting áðrenn dystin millum Føroyar o…
Methøg inngjøld í 2024
Kári P á Summar Festivalin
René Shaki Joensen gjørt nýggjan sáttmál…
Ókeypis konsert við svenskum slagverksbó…
Ein perla er varðveitt í Klaksvík – hjar…
Føroysk vinnulívs­fólk á ferð við 62°Vinn…
Mjølnir hevði trý av teimum bestu
Sjúgvaður av vølli