Tveir ella tríggir dystir kunnu avgera FM 2025
Verður gongdin fyri teir seinnu triðingarnir eins og tann fyrsti, so koma tveir ella tríggir dystir at avgera FM 2025.
NSÍ og KÍ hava fult stigatal fyri fyrstu átta umførini og hetta er ongantíð áður hent í føroyskum fótbólti at tvey lið hava fulla úrtøku eftir átta umfør. Nú møtast tey innanhýsis í 9. umfari og tá steðgar hendan røðin hjá í øllum førum øðrum liðnum.
Tað er ikki óvæntað, at júst hesi kappast um FM. Tí hyggur ein eftir, hvat fólk tippaðu undan kappingini, so vóru tað KÍ og NSÍ, sum oftast vóru at síggja á 1. plássi í tippingunum. KÍ tí KÍ hevur ligið í toppinum síðstu árini og hevur nógv av sama fólkinum og NSÍ, sum síðani uppflytingina hevur styrkt liðið sera væl við m.a. fýra A-landsliðsleikarum.
Heldur tað fram restina av kappingini, at NSÍ og KÍ vinna á øllum hinum átta liðunum undir teimum, so verða tað bara tveir ella tríggir innanhýsis dystir, sum koma at avgera kappingina. Tað verða tveir, um sami vinnari verður til báðar teir fyrstu innanhýsis dystirnar og tríggir, um tey vinna hvør sín dyst ella báðir enda við javnleiki.
Tí stendur nógv uppá spæla í Runavík fríggjakvøldið kl. 20.00, tá ársins dystur higartil er á skránni. Vinnarin tekur fyrsta fetið móti FM, meðan taparin kemur undir trýst til dystin á norðoyastevnu í Klaksvík. Síðsti dysturin millum liðini er í síðsta umfari í Runavík, og tá kann avgerðin fella í einum reinum FM-dysti.