Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skipað avmyndan av verkum eftir listamannin Hans J. Glerfoss

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.05.2025 - 06:00 Mentan Tíðindi

Fríggjadagurin 23.mai 2025 er settur av til myndatøku av málningum eftir Hans J. Glerfoss (1937 - 2010)

 

Myndatøkan verður í Gallarínum á Stongunum í Klaksvík, har eitt fotostudio verður sett upp til endamálið. Tað er Kristfríð Tyril, ið stendur fyri myndatøkuni.

Í døgunum frammanundan ber til at lata myndir inn til sjálva myndatøkuna, ið verður fríggjadagin 23.mai.

Eigur tú ein ella fleiri málningar ella onnur verk, eftir listamannin Hans J.Glerfoss, hevði tað glett okkum, um tú vildi sýnt okkum ta vælvild at lánt okkum málningar og onnur verk til avmyndan.

Tit kunnu seta tykkum í samband við Hansu M. Glerfoss á tlf 28 32 77 og gera nærri avtalu um, hvat og hvussu.

Ætlanin og vónin er at savna so nógvar málningar til ber. Jú fleiri, tess betri, tí tilfarið skal brúkast í heildarlýsingini av lívslistini hjá listamanninum frá byrjan til enda.

Úrveljing av myndum verður síðan gjørd, ið seinni skulu brúkast í eini bókaútgávu um lívið og listina hjá listamanninum, Hans J. Glerfoss.

Við vón um vælvild og ynski um góða undirtøku

Hansa M. Glerfoss

 

Hans J. Glerfoss

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnu­framsýning
Tóra Við Keldu helt norð­oyastevnurøðan
Sangløta í Betesda á Norð­oyastevnu
Eingin skrúðgonga - Møtt verður í Varpin…
Brúðarstás í 100 ár
Brúðarstás í 100 ár
Miðnáttarrøða í Vágstúni
Nú er KÍ langt fremst
Myndarøð: KÍ nú 7 stig fremst
Siloakórið sangløtu sunnukvøldið kl. 19
Framsýning við Jóanes Nielsen
Havnarbátu­rin vann á norð­oyastevnu
Fípan Fagra fyri triðju ferð í dag
Sundabátu­rin vann hjá 6-mannaførum
Minnist til upphiting­ina í Varpinum
Fípan Fagra vann kvinnu­róðurin
Fípan Fagra vann í stórum stíli hjá drei…
Kodio yvirtekur virksemi hjá Brúsá
Javnleik og stigamet í Moldova
Setan í føgrum veðri