Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í dag hevur veðrið verið avbera gott norðanfyri. Bakanda sól, men kalt til nakað var liðið út á seinnapartin. Tá ið hann var komin niður í útsynning, varð lýggjari. | Mynd: Victoria Absalonsen (hjá Benna hjá Sterkajakku)

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.05.2025 - 15:04 Tíðindi Veðrið

Gott veður í vikuni, sum stendur fyri framman. Eitt hátrýst fer at liggja um okkara leiðir, og hátrýstveður er vanliga gott veður.

Yvirhøvur fer hann at liggja av vestri niður í sunnan. Luftin kemur úr Vesturevropa, og hon er lýggj og nokkso turr. ikki so, at ikki okkurt stroyggj verður, men tey vera stutt og ikki drúgv.

Hitalagið fer eitt fitt vet uppeftir, og onkran dag upp í 14 stig. Er ættin góð á staðnum, fer at vera lýtt í fleiri dagar.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið í støðum. Út á seinnapartin fer ættin niður í útsynning, og vindurin minkar niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin 7 til 12 stig.

Týsdagin:

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið í  støðum. Hitin 7 til 11 stig.

Mikudagin:

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og turt. Hitin 8 til 13 stig.

Hósdagin:

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið í støðum. Hitin 9 til 14 stig.

Fríggjadagin:

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið í støðum. Um náttina samdrigið og regn. Hitin 8 til 13 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Heimskendir tónleikarar vitja Varpið
Eurovision í Norð­lýsinum
Grillhugni í góðveðri­num: KBI bjóðar við…
Kappingaravlag­andi fyri NFCS, at túrar t…
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur Ársmøti…
Vikuskiftismøt­ini hjá Kirkjuliga Missión…
Lendi til íbúðarverkætlan til sølu - Dag…
Páll A. Klettskarð og Odmar Færø hava gj…
Myndarøð: Holland vann á Fraklandi
Boða frá tiltøkum til Norð­oyastevnuskrán…
Gøtan á Kallin
Nýggjur útróðrarbátur í Klaksvík
Bøgøta stongd í samband við fótbóltsdyst
Lána pengar fyri at fíggja hallið á fígg…
Lands­royndir og próvtøl í miðdeild eru i…
Í dag spæla Holland-Frakland hálvfinalu…
Almennur fundur um mótrokning­ina í fólka…
Vit dáma væl at prika
Leigubústaðir til Klaksvíkar Sjúkra­hús