Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur Ársmøti leygardagin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.05.2025 - 09:53 Tíðindi

Komandi leygardag 17. mai bjóðar Kirkjuliga Heimamissiónin til Ársmøtið í Leguhúsinum í Nesvík, har vit hoyra um gongdina í missiónsarbeiðinum, fáa kveikjandi undirvísing og har missiónsfólk í øllum ættarliðum og úr øllum landinum samlast.

 

 

Seinnapartin verður nýggj strategi løgd fram fyri missiónsarbeiðið komandi árini. Hetta er úrslitið av eini langari tilgongd, har leiðarar og missiónsfólk úr øllum landinum hava verið við til at seta sítt fingramerkið á, hvussu Heimamissiónin skal arbeiða sum rørsla komandi árini.

Serligur gestur til ársmøtið í ár er Jens Ole Christensen úr Danmark, ið kemur at hava fyrilestur um morgunin og møti um kvøldið. 

Jens Ole er gudfrøðingur og hevur drúgvar royndir í andligum arbeiði. Hann er fyrrv. sóknarprestur í Fredens-Nazaret kirkjuni á Østerbro í Keypmannahavn og hevur verið skrivari hjá KFS (1985-90), forstandari fyri KFS-ledertræningscenter (1990-99), rektari á Dansk Bibel Institut (1999-2005) og aðalskrivari í Luthersk Mission (2005-2015). Harafturat hevur hann skrivað eina røð av bókum og hevur verið fastur skrivari fyri Kristeligt Dagblad í meira enn 20 ár. 

Eisini verða frágreiðingar um arbeiðið frá formanninum, Hera Kjærbo, og aðalskrivaranum, Jákup Brúsá, umframt fíggjarfrágreiðing frá Spekt. Møguleiki verður eisini at seta spurningar og gera viðmerkingar.  

 

Møti og ungdómsmøti um kvøldið 

Ársmøti endar við einum møti kl. 19:00 um kvøldi og einum ungdómsmøti kl. 21:30. Til fyrra møti kemur Jens Ole Christensen at tala um evnið 'At liva í ljósinum av Jesu afturkomu’. Sangbólkurin Cantus Deo syngur og aftaná verður bjóðað til drekkamunn.

Dagurin endar við ungdómsmøti við lovsangi og við vitnisburðum frá ungum. Harafturat kemur Kristina Berg Mikkelsen at syngja.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Skráin fyri Ársmøti sæst á www.mission.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…