Lýsing
Lýsing
Lýsing

”Munur er á at siga ósatt og at siga ósatt við vilja”

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.10.2024 - 12:09 Politikkur Tíðindi

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, sigur, at hann bíðar eftir endaligu niðurstøðuni frá Landsstýrismálanevndini, áðrenn hann úttalar seg um lagnuna hjá Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu. Men hann hartar Kringvarpið fyri at hava, sum hann orðar tað, manipulerað tað, hann segði í 2015, bæði í 2023 í málinum um at steingja havnir fyri russum og aftur í hesum málinum.

 

 

Ingilín D. Strøm hevur fingið longda freist fram til mánadagin 7. oktober at svara fyribilsniðurstøðuni frá Landsstýrismálanevndini um, hvørt hon skal hava sagt ósagt fyri Føroya Løgtingi – nakað, sum í so fall er brot á Lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Áðrenn tað vil løgmaður heldur ikki siga nakað um avleiðingar.

– ”Eg havi ikki nakrar viðmerkingar til tað málið, fyrrenn ein endalig niðurstøða fyriliggur. Tað er soleiðis, at Landsstýrismálanevndin hevur sent málið til hoyringar, og tað er ikki til mín, men til landsstýriskvinnuna. Tá ein niðurstøða fyriliggur, so fáa bæði Løgtingið og løgmaður ta niðurstøðuna. Tá fari eg at fyrihalda meg til ta niðurstøðuna.”

Løgmaður sigur kortini so mikið sum, at hann heldur tað sama, sum hann helt í 2015, nevniliga at um landsstýrisfólk siga ósatt fyri Løgtinginum, so skal tað fáa fylgjur. Men í tí sambandinum finst hann at Kringvarpinum:

– ”Eg skilji væl tað, sum tú sigur [at Norðlýsið spyr, blðm.], tí at eg haldi at Kringvarpið nokkso tilvitað manipulerar eitt sindur tað, sum eg segði. Tí eg síggi og hoyri tað umaftur og umaftur, bæði nú og eisini í 2023 í sambandi við tey tølini, tá vit skuldu stongja havnir fyri russum, at eg hevði sagt, at segði man ósatt, so skuldi man leggja frá sær. Tað var ikki heilt tað, eg segði. Tað, sum eg segði, var, at segði man ósatt við vilja – og eg haldi tað er stórur munur á at siga ósatt og at siga ósatt við vilja – vit kunnu øll siga ósatt; um eg fái onkur tøl frá Hagstovuni og endurgevi tey, so vísir tað seg seinni, at tølini vóru skeiv, so havi eg ikki sagt ósatt við vilja, men eri komin til at siga ósatt, tí eg havi fingið skeiv tøl.”

Løgmaður heldur fram: – ”Men hvissi eg lúgvi um tey tølini, eg havi fingið, so havi eg sagt ósatt við vilja, og tað er ein vesentligur munur. Tað var tað, eg segði í 2015, og tað haldi eg framvegis eisini í dag, at er tað soleiðis, at onkur við vilja sigur ósatt fyri Løgtinginum, so skal tað sjálvandi hava avleiðingar.”

At enda spyrja vit løgmann, um tað vil siga, at um eitt landsstýrisfólk ikki við vilja hevur sagt skeivt fyri Løgtinginum, so skal tað ikki koyrast frá? Til tað svarar Aksel V. Johannesen:

– ”Tá er støðan øðrvísi, men tá má man hyggja at tí ítøkiliga málinum. Tað kann vera øgiliga óskyldugt, at man kemur til at siga okkurt, ella at bera okkurt víðari, sum man hevur fingið at vita, og tað so vísir seg ikki ordiliga at halda, og so framvegis, og so eru onnur dømi, har man kann siga, at tað er eitt sindur ógvisligari; tí er tað trupult at siga einsíðugt, hvussu tað skal vera, men sum sagt so haldi eg, at bæði eg og flestu føroyingar halda, at tað er munur á at siga ósatt og at siga ósatt við vilja”.   

Lýsing
Seinastu tíðindini
”Munur er á at siga ósatt og at siga ósa…
Birgir Sigurðsson úr Klaksvík ger vart v…
HF útbúgvingarskeiðið gav mær flog og ár…
Dagføring: Loysigjaldið er 800.000 krónu…
Karl: Vit hava goldið loysigjald og nú h…
Ongin politikkur um at stuðla mentanarhú…
Ingálvur og litirnir
U16 Gentur hjá KÍ STEYPAVINNARAR 2024
Útisiglarar fara at fáa endurgjald
Aksel V. Johannesen: Stytta arbeiðsvikan…
Løgmaður: Yvirskot verður í 2026
Klaksvíkar kommuna tiðindafund um netálo…
Lands­stýris­kvinnan raðfest føroyskt fram…
Við Klintrimús í biograf
Vágatunnilin stongdur
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn…
Lydia og Hanna vunnu stuttsøgukappingina
Heystdagur við stórari mótasýning, super…
Klaksvíkar HF skeið 50 ár. Nakrir næming…
Megna ikki at halda fingrar­nar burtur