Remis í oddabraki
Tað endaði javnt millum oddafiskarnar í toppdystinum í FM-kappingini í talvi á Giljanesi í dag. Tað stendur tí á jøvnum millum Høgna Egilstoft Nielsen og Hans Kristian Simonsen fyri seinasta umfar í morgin.
Tað var spennandi og drúgt í oddabrakinum í dag. Hans Kristian Simonsen hevði við hvíta fólkinum føroyameistaran undir trýsti í fleiri tímar. 42 ára gamli kollfirðingurin, sum hevur tikið øll á bóli nú á páskum, telvaði væl og stóð betur. Báðir hugsaðu væl og leingi, og smátt um smátt fór tíðin at ganga undan hjá báðum, serliga var Høgni í tíðartroti.
Men tá ið á stóð, fann Høgni góðar og kreativar loysnir í støðuni, tó at hann var sperdur bæði á klokkuni og í støðuni. Hans Kristian fann afturímóti ikki besta leikin einar tvær ferðir, tá ið skutlast skuldi, og tað gav Høgna eitt skotbrá at lofta sær á. So við og við svann fyrimunurin hjá Hans Kristiani burtur í eitt eiti, og endaspælið var deytt remis, tó at Hans Kristian hevði finnu meira.
Eitt gott og spennandi talv millum jøvnsterku oddamenninar í FM-kappingini í ár. Javnleikurin ber í sær, at spenningurin er varðveittur til seinasta umfar í morgin.
Høgni hevur tó fyrimunin í seinasta umfari. Hann hevur hvíta fólkið móti Flóvini M. Tummasarson, Hans Kristian hevur svarta fólkið móti Luitjeni Akselsson Apol. Høgni er stórfavorittur í morgin, meðan Hans Kristian situr við svarta fólkinum móti einum glóðheitum Luitjeni, sum neyvan verður lættur at syfta.
Luitjen vann ruddiliga á Petur G. Magnussen í dag. Martin Poulsen kenna vit nú aftur, í dag telvaði hann aftur væl og vann trygt á Jón í Horni Nielsen, sum tykist hava mist flogið.
Fjórða talvið í Landsliðsbólkinum millum Flóvin M. Magnussen og Elias Petersen endaði javnt, tó at hvørgin spardi krútið.
Í morgin er sjeynda og seinasta umfar á Giljanesi, og tá verður alt avgjørt.
6. umfar (2. apríl/skírisdagur kl. 14:00)
Hans Kristian Simonsen - Høgni Egilstoft Nielsen ½ - ½
Petur Gardar Magnussen - Luitjen Akselsson Apol 0 - 1
Jón í Horni Nielsen - Martin Poulsen 0 - 1
Flóvin Matras Tummasarson - Elias Petersen ½ - ½
Landsliðsbólkurin - støðan
1-2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 5½ stig
1-2. Hans Kristian Simonsen, KT 5½
3. Luitjen Akselsson Apol, HT 4
4. Elias Petersen, HT 2½
5. Martin Poulsen, HT 2
6. Flóvin Matras Tummasarson, HT 2
7. Jón í Horni Nielsen, ST 1½
8. Petur Gardar Magnussen, HT 1
7. umfar (3. apríl/langi fríggjadagur kl. 14:00)
Høgni Egilstoft Nielsen - Flóvin Matras Tummasarson
Luitjen Akselsson Apol - Hans Kristian Simonsen
Elias Petersen - Jón í Horni Nielsen
Martin Poulsen - Petur Gardar Magnussen
Hinir bólkarnir
1. bólkur - støðan
1. Rókur Davidsen, KTF 5
2. Markus Jacobsen, KT 4½
3. Sigurð B. Justinussen, HT 4
8 telvarar í alt.
Almennur bólkur - støðan
1. Karl M. Dahl, KT 5
2. Bogi á Kósini, KTF 4½ stig
3. Jamil Oskar Jacobsen, ST 4
14 telvarar í alt.
Unglingar - støðan
1. Andrew Xin, HT 4½
2. Sámal Isfeldt Nesá, HT 4½
3. Aleksander Klevang Eikholm, HT 4
9 telvarar í alt.
Veteranar - støðan
1. Torkil Nielsen, ST 3½ stig
2. Wille Olsen, KTF 3
3. Henrik W. Joensen, KHT 2
9 telvarar í alt.