KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
KÍ hevur neyvan áður havt so breiðan hóp sum í ár.
Heili 28 sáttmálar eru á besta mansliðnum hjá KÍ. Av teimum eru tríggir ungir lokalir, meðan hinir 25 eru leikarar, sum antin eru komnir útifrá ella hava fitt av royndum úr bestu deildini.
Tríggir leikarar eru langtíðarskaddir. Robert Williams væntast skaddur í seks mánaðar og hevur tí kanska spælt sín síðsta dyst fyri KÍ, meðan Jóhan Josephsen, ið eftir ætlan skuldi útleigast, er langtíðarskaddur. René S. Joensen hava vit skrivað um áður, tá hann hevði sum mál at blíva klárur til altjóða dystirnar í summar.
Spurningurin er so, um KÍ fær brúk fyri so breiðum hópi, tí KÍ hevur í fjør og í ár brúkt mest sum sama lið hvønn dyst. Fyrstu trý umførini eru 10 leikarar, sum hava byrjað inni allar dystirnar, meðan ein skaði gjørdi, at Odmar Færø misti tann eina dystin, sum sostatt er einasta broyting. Av innskiftingum hevur KÍ brúkt 12 av 15 innskiftingum, so tað verður mest sannlíkt í innskiftingum, at breiddin kann koma KÍ til góðar.
KÍ hópurin:
Mark F. Jensen
Sebastian John
Rani L. Josephsen
Jóannes K. Danielsen
Gilli R. Sørensen
Odmar Færø
Gaston Tellechea
Deni Pavlovic
Jákup N. Vilhelmsen
Robert Williams
Daniel Johansen
Jákup B. Andreasen
Martin Gonzalez
Hallur Hansson
René S. Joensen
John Ziska Joensen
Oussama Ali
Hampus Näsström
Jean Carlos
Jonn Johannessen
Páll Müller
Árni Frederiksberg
Patrik Johannesen
Filip Brattbakk
Jóhan Josephsen
Erlend Hustad
Dávid Reynheim
Páll A. Klettskarð
Leikarar: 28
Útlendingar: 11
Lokalir: 9
Árgangir:
1989: Odmar Færø
1990: Páll A. Klettskarð
1992: Árni Frederiksberg, Gilli R. Sørensen og Hallur Hansson
1993: René S. Joensen og Deni Pavlovic
1994: Hampus Näsström
1995: Patrik Johannesen og Jean Carlos
1996: Sebastian John og Mark F. Jensen
1997: Jóannes K. Danielsen, Erlend Hustad
1998: Jákup B. Andreasen og Daniel Johansen
1999: Gaston Tellechea
2000: Robert Williams, Oussama Ali og Filip Brattbakk
2001: Jonn Johannessen
2003: Martin Gonzalez
2004: Jákup N. Vilhelmsen
2005: Jóhan Josephsen
2007: Rani Josephsen
2008: Dávid Reynheim og Páll Müller
2009: John Ziska Joensen