Tað er eingin læknafaklig forðing fyri dialysu á KS
Í skrivi frá danska nýrafelagnum til føroyska systurfelagið framgongur greitt, at eingin læknafaklig forðing er fyri staðseting av dialysu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí “der er et medicinsk beredskab på sygehuset i Klaksvig”.
Í drúgva tíð hevur føroyska nýrafelagið stríðst fyri at fáa hæmodialysuna staðsetta á øllum teimum trimum sjúkrahúsunum, og herfyri eydnaðist at fáa dialysuna staðsetta á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Fyri fáum døgum síðan var skrivarin í nýrafelagnum í Degi og Viku og greiddi frá, hvussu lívsavgerandi tað er fyri nýrasjúklingar, at dialysuviðgerð eisini verður veitt teimum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Danska nýrafelagið sær ongar forðingar
Í skrivi frá danska nýrafelagnum til føroyska systurfelagið, framgongur greitt, at eingin læknafaklig forðing er fyri staðseting av dialysu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí “der er et medicinsk beredskab på sygehuset i Klaksvig”.
Í skrivinum orðar danska nýrafelagið seg m.a. soleiðis:
«Ifølge den danske sundhedsstyrelses specialevejledning for intern medicin: Nefrologi hedder det: Dialyse, herunder hæmodialyse, kan kun gennemføres i dialyseenheder, hvor der er etableret et internt medicinsk vagtberedskab, hvis opgave er at tilse patienter med akutte komplikationer, såsom kredsløbskollaps, åndenød eller større blødninger. Der foreligger således ikke noget krav om tilstedeværelse af nefrologisk ekspertise. Der er til gengæld et internt medicinsk vagtberedskab på hospitalet i Klaksvig.»
Sostatt er eingin forðing fyri at eftirlíka ynski føroyska nýrafelagsins, og tað bert ein spurningur um vilja í sjúkrahúsverkinum til at fáa hesa sera týðandi og lagnuavgerandi dialysuviðgerð setta í verk á KS.
Mannalagnur upp á spæl
Vit, sum kenna lokalsamfelagið, hava seinastu nógvu árini sæð, hvussu lagnutungar avleiðingar tað hevur havt fyri nýrasjúklingar, at teir dagliga noyðast langa leið fyri at fáa lívsneyðugu hjálpina frá sjúkrahúsverkinum.
Hetta sama váttar eisini áður nevnda skriv frá dansla nýrafelagnum:
«Slutteligt vil vi anføre, at hæmodialyse tæt på eget hjem ikke bare reducerer de lange transporttider. Erfaringer viser, at nyrepatienter med adgang til flere og mere dialyse opnår langt større livskvalitet. Hyppig dialyse er mindre trættende, patienten bliver mindre afkræftet mellem behandlingerne og – ikke mindst – væskerestriktionerne kan håndteres flexibelt.»
Eingin ivi er um, at føroyska nýrafelagið hevur grein í sínum máli um týdningin av at fáa dialysu setta í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.