HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mist
Víkingur vann í gjárkvøldið 2-1 ímóti HB, og harvið hava øll liðini í meistaradeildini mist stig í ár.
Upp á 3 minuttir í seinna hálvleiki vendi Víkingur eitt 0-1 tap til ein 2-1 sigur, og nú er tað bert venjarin hjá NSÍ, Sigurður Eyjólfsson, og okkara Magnus Powell, sum ikki hava tapt nakran dyst í heimligu kappingini enn.
Bert tvey stig upp til toppin
Ongin av teimum liðunum, vit vanliga kalla topp 5, hava megnað at spælt sannførandi øll tey trý fyrstu umførini.
Víkingur fekk fyri fyrstu ferð álopið at rigga í seinna hálvleiki ímóti HB. NSÍ hevur bert spælt sannførandi í dystinum ímóti KÍ, men tað er løgið nokk einasti dystur higartil, har teir hava mist stig. Hvørgi av havnarliðunum hevur spælt sannførandi ímóti Víkingi, har B36 nokk av røttum áttu at tapt dystin, av tí at Víkingur fekk eitt mál kolldømt, sum tey flestu vildu sagt var ein skeiv døming av dómaranum.
KÍ byrjaði flúgvandi við einum 5-1 sigri ímóti 07 Vestur, men álopið hevur ikki gingið heilt nøktandi hini umførini.
Norðlýsið hevði eitt prát við áleyparan Páll Klettskarð aftaná dystin ímóti EB/Streymi, og tá var klárt, at hetta er nakað, teir mest sannlíkt hava nógv fokus á til komandi umfar.
Úrslitini higartil kunnu vera tekin uppá, at kappingin í ár verður nógv tættari enn hvat hon áður hevur verið tey síðstu árini. KÍ er enn væl við, og kann, hóast løku byrjanina, við einum sigri í komandi umfari, enda í topp 3 aftur.
Víkingur kemur á vitjan
Næsti dystur hjá KÍ verður 2. páskadag í Klaksvík ímóti Víkingi, sum við sigri á HB veruliga hevur meldað seg uppí aftur í landskappingini.
Hjá KÍ er verjan enn har, vit kenna hana, og við Árna og Páll í álopinum kunnu vit altíð vænta eitt mál ella tvey.
Dystirnir millum KÍ og Víking hava oftast verið góðir og spennandi, bæði á vølli og kring vøllin, so her verður lagt upp til eitt brak av einum dysti, har hvørki av liðunum kann vera nøgt við nakað annað enn 3 stig.
Vónandi møta nógv fólk upp til dystin og heppa á okkara lið.
KOYR Á KÍ !!