Karin Kass gevst á Sjóndeplinum
Í gjár var fráfaringarsamkoma á Sjóndeplinum - hetta í sambandi við, at Karin Kass, leiðari og Jóhan Petur Nielsen, bókhaldari høvdu valt at leggja frá sær.
Bæði hava tey verið í hesum starvum síðani 1997, umframt at Karin hevur starvast har undan tí, og samanlagt hevur verið á sjóndeplinum í 32 ár.
Sjóndepilin er vitanardepil á sjón- og rehabiliteringsøkinum og veitir ráðgeving til fólk, ið eru blind ella sjónveik, til teirra avvarðandi og kunning til starvsfólk á arbeiðsplássum, barnagørðum og skúlum.
Eyðun Mohr Hansen, fyrverandi aðalstjóri á Almanna- og Heilsumálaráðnum, ið hevur samstarvað nógv við Sjóndepilin og Karin Kass, eins og Jóhan Petur Nielsen, helt røðu
Eisini tóku fleiri onnur orðið, teirra millum Ruth Thomsen, forkvinna í Blindafelagnum, Maibritt við Strond, rágevi í orðblondni, Birna Vestergaard, fyribils settur leiðari á Sjóndeplinum, Jóhan Petur Nielsen og Karin Kass sum takkaðu fyri til seinast.
Eisini sang kvinnukórið, Silvitni frálíka væl - og boðið var til eitt væl dekka borð.
Í síni takkarrøðu tók Karin Kass til undangongukvinnuna og fyrimyndina, Ása í Dímun Højgaard (1932 - 1985), ið loysti fyrsta flagið til Sjóndepilin, sum í síni tíð var kallaður Føroya Blindastovnur. Hon saman við øðrum hevði tikið stigið til stovnin.
Tað hongur vakur málningur av Ása í Dímun Højgaard í gongini á Sjóndeplinum, sum Torbjørn Olsen hevur málað.
Sjóndepilin er ein sjálvsognarstovnum og sita í stýrinum: Malan Holm, eygnalækni - forkvinna, Ruth Thomsen, Sigrun Mikkelsen, Brestir Patursson og undirritaði, valdur av Almanna- og Heilsumálaráðnum.
Av tí at forkvinnuni barst frá, helt Dávur Winther vegna stýrið hesa røðu, ið verður endurgivin niðanfyri:
Góða fitta Karin!
Ja, so kom hesin dagurin!
- Har tú valdi at sleppa heim at taka tær av húsinum, børnunum, ommubørnunum, øllum teimum ólisnu bókunum, havanum og øllum hinum
- Leif kanska – Hann hugsar bara um tøl, avgjøld og skattir, og hevur tí brúk fyri einari kærleiksfullari hond - eisini!
- Tú sleppur at verða teg sjálva – realisera teg sjálvan við øllum tí vísdómi, tú hevur ognað tær.
- Nú er tað bert tú, sum tekur avgerðir.
Onkuntíð verður tikið til, at hvør dagur er ein gáva!
Jú, so er, men hvør dagur er eisini ein uppgávu – til hvønn dag liggur ein settningur - ein uppgáva at røkja ella lyfta.
Tú hevur verið ein knassi, Karin! Tú hevur myndað henda stovnin heilt síðani 15. juni 1997, tá ið tú vart sett í starv sum leiðari. Tú hevur sniðgivið henda stovnin til stóra gleði fyri so mong.
Undan 1997 hevði tú starvaðist her í nøkur ár áðrenn, sum ergoterapeutur, ið er tín upprunaliga útbúgvin. Men so tókst tú eisini eina serútbúgvingina, sum tá æt ”Mobility instruktør”, ið er serútbúgving í at vegleiða blindum og sjónveikum.
Tú hevur lagt nógva orku í, at skipa ráðgevingina á stovninum soleiðis at framsýningar av hjálpartólum og hjálpartólaroyndir eru á Sjóndeplinum burturav. Umsóknir verða í stóran mun avgreiddar av dugnaligum ergoterapeutunum her, og so er tað Almannaverkið, ið játtar og útflýggjar hjálpartólini til brúkararnar kring landið.
Hópin av brúkarum koma eisini til stovnin og ríka sær dagin her – stytta sær stundir, hava hugnaløtur, handaligt arbeiði og annars hugnaliga samveru her.
Tað eru so nógvar ymiskar verkætlanir, sum tú hevur lagt lív og sál í og arbeitt fyri
Eitt av tínum stóru málum, sum hevur havt ein avgerandi týdning fyri blind og sjónveik í Føroyum er føroyska teldutalan, tekst til talu, sum tú fyrst í 0-unum tók stig til at menna.
Í 1999 ringir ein fuglfirðingur - sjálvandi, Jógan í Lon til Sjúrða Gullbein – og spurdi um hann kundi verða við til at menna talukennarin talu - tekst og í sama viðfari sikpa teldutaluna, tekst – talu.
Byrjanin var tín! Tú hevði lagt lunnarnar!
Uppgávan hjá Sjúrða Gullbein – var serliga at skipa ljóðarbeiðið, málreglur, gramatik, o.a. til skipanina og annars at lesa ljóð inn í skipanina.
So kom stovnur í Svøríki uppí, Accapella uppí at menna og forrita – fyrst teldutalu-skipanina, 2005.
Seinni er skipanin víðariment til eitt rættiliga gott amboð – hjálparamboð hjá so mongum. Sjónveikum serliga, men ikki minst til orðblind eisini, sum hava fingið sera stóra hjálp við hesi tíni skipan.
– Hetta var helst ein stórur hjávinningur, sum man í fyrstu atløgu ikki hugsaði um, men meir um tey sjónveiku.
Samanumtikið ein ómetalig hjálp hjá so mongum, og verður foritið eisini umvegis Sjóndepilin játtað sum hjálpitól. Eitt samfelagsligt - og fyri hin einstaka brúkaran – stórt lop fram í tíð!
– Um tað ikki var fyri Karin, so var eingin Talukennari ella Teldutala, hevur ein innarlaga í skipanini latið meg vita!
Tú hevur verið íverksetarin, tú hevur fingið hjólini at mala, sagt hvussu skipanin skal virka, duga at verið millumgongumaður millum brúkaran, tørvin og tøknina
MEN serliga eitt sum tú hevur verið góð til í hesum sambandi, er, at tú hevur dugað at útvega peningin! Fingið myndugleikar og onnur at spæla við.
Hetta kenni eg eitt sindur til, og eg skal heilsa og siga, at tað til tíðir kann verða rættiliga strævið. Tá ið tú so hevur fingið peningin, skalt tú skjalprógva higar og hagar, hvat peningurin er nýttur til og hvussu.
Ja, eg haldi at ein partur av arbeiðsbýtinum millum teg og Sjúrða Gullbein hevur verið, at tú hevur gingið við lakktaskuni, meðan hann hevur lagt inn í telduna og annars hildið skil á málsliga regluverkinum og orðskipanini.
– Guð vitið hvør uppgávan hjá Leif hevur verið?
Her lá eitt kolosalt arbeiði í at fáa hettar í lag, tann fíggjarligi parturin, orðavalið, forritingin, at samskifta og at eggja teldunørdum og málnørdum til witt og sama endamál.
Her hevur tú, Karin verið ein ótroyttilig eldsál. Ja, tú kanst blíva beinleiðis strævin, sagt í tí góðu meiningini!
Sjóndepilin er tú – tú er Sjóndepilin!
Um ikki annað so fyri talukennaran og teldutaluna eigur tú heiður – stóran heiður - uppibornan!
Góði Jóhan Petur!
Tú og Karin hava fylgst í ”Tyndt og tykt”!
Tit hava rættiliga runnið eitt parløb saman, sum hevur gjørt, at Karin hevur kunnað fungerað og kunnað runnið runt í systeminum og gjørt nógvar aðrar spennandi og týdningarmiklar uppgávur.
Eg veit at Karin hevur verið ógvuliga glað fyri teg og havt stóra virðing fyri tínum arbeiði – og heilt trygt hvílt í tínum týdningarmikla starvi, verið peningarøkil ella bókhaldari á stovninum.
Vit í stýrinum hava einaferð havt brúk fyri, at tú lýsti eitt mál fyri okkum og bóðu teg koma á ein fund saman við okkum. Har lýsti tú óalmindiliga væl – stutt og greitt fyri okkum eitt ávíst fíggjarmál. Tú lat okkum væl í við tínum bókhaldskynstri. Tølini søgdu sítt greið mál við tínum hegni.
– Við hesi tíni framúr greiðu lýsing av málinum – kundu vit í stýrinum trygt og sannførandi taka eina ávísa avgerð í einum umráðandi máli – takkað verið tær!
Men Jóhan Petur!
Tú hevur gjørt eina dárgerð!
Tú hevur sagt upp!
Karin hevur verið so trygg og avhengig av tær, at hon hevur altíð sagt, at tá ið Jóhan Petur ferð, fari eg eisini – og tí eru vit savnaði her í dag!
- At takka tykkum fyri eitt fantastiskt arbeiði
- At takka tykkum fyri trúgva og drúgva tænastu
- At ynskja tykkum alt tað besta í komandi døgum og tíðum
- Tit hava verið PIPPI á stovninum: ”Hetta havi eg ikki prøvað fyrr, so hetta man eg nokk fara at klára”!
- Havi tað so gott - bæði tvey!
- Tykkum verður ynskt, at tíðin, ið liggur fyri framman, verður tykkum bjørt!
Kahalil Gibran:
”Når du skilles fra din ven, bedrøves du ikke; Thi det, du elsker højest hos ham, kan være mere afklaret under hans fravær, ligesom bjerget fremtræder mere klart for bestigeren, når han betragter det fra lavlandet.
Og lad det bedste være for din ven.
Dersom han må kende dine dages ebbe, lad ham da også kende deres flod.
Thi hvad er din ven, at du skulle ty til ham med timer, der skal ihjelslås?
Ty altid til ham med timer, der skal leves.
Thi dit savn bør han udfylde, men ikke din tomhed.
Og lad venskabets sødme rumme latter og fælles glæder.
Thi i de små tings dug finder hjertet sin fornyende morgen”.
