Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tilgjørd mynd

Óseriøs valevnir úr Klaksvíkar Býrað

SKRIVAÐ: Fríðin Ziskason  |  19.03.2026 - 10:42 Politikkur Tíðindaskriv

Tað er óseriøst at bjóða seg fram við vallyftum tit ikki hava víst í verki fyri okkara kommunu. Hugsi okkum fyrst!

 

Nú løgtingsval verður hava trý av okkara býráðslimum valt at stilla upp.
Eftir at hava lisið hvat tey trý í býráðnum ætla at gera, so er man málleysur.
Felags fyri øll, er at tey hava havt møguleika í rúma tíð at gera tað liviligari og vaksa um fíggjar møguleikar hjá ungum fyrstuferðskeypara at seta búgv í Klaksvík og harvið vaksa um býin og skapa framtíð her.


Fakta er at kommunuskattur er alt ov høgur og ger at tey sum búgva her hava minni tøkan pening at gjalda bústað, leigu ella rokningar við um tú heldur velur at búseta teg í høvuðsaðnum ella í eysturkommunu.


 Veruleikin er eisini at tit eru partur av einum meiriluta sum krevur nógv meir inn í skatti enn neyðugt .
 Ca 1 mill meir hvønn mánað enn fíggjarætlan seinasta ár.
 Og higartil í ár tað sama. Og útlit fyri at hetta veksur í mars og frammeftir eru stór og sikkur.
 Hvønn einasta mánaða kemur meir inn enn tit hava gjørt fíggjarætlan til.
 Hetta er beinleiðis ólógligt, at krevja meir inn frá fólkinum enn brúk er fyri .


Tað er óseriøst at bjóða seg framm við vallyftum tit ikki hava víst í verki fyri okkara kommunu. Hugsi okkum fyrst. 

Vel ein Hermann !  Útboð av bústøðum má upp. - Hetta krevur tøkan pening sum tit taka ólógligt frá borgarnum í kommunu nú.


Sylvia Thomsen lovar møguleika hjá øllum at keypa bústað, og rættvísan skatt. Halló, hví hevur tú ikki rættvísan skatt í kommununi. Kommunuskattur er stórsti partur av skattinum hjá teimum lágløntu. 


Anfinn í Toft lovar vit kunnu gera tað enn betri at liva í Føroyum.
Har tað er lætt at skapa sær ein gerandisdag sum ungur.

Byrja í tínari egnu kommunu so kundi man hugsa hetta var seriøst.


Minnilutin vildi rættavísan og seriøsan skatt í Klaksvíkar kommunu men tit vildu nakað annað. 

Við vón um at tit hugsa Klaksvíkar kommunu til næstu fíggjarlóg og lækka skattin til 19%


Friðin Ziskason
Býráðslimur
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit skulu hava eina politiska tilvitan…
Jóan Pauli og Oddur vitja Norðlysið
Óseriøs valevnir úr Klaksvíkar Býrað
Politiskur fundur hjá Pensjónista­felagnu…
Samtakið Christian í Grótinum vísir samf…
Javnaðar­flokku­rin: Sjálvstøðug og javnse…
Hetta sigur Odmar Færø um skaðan
Vit skulu hugsa um javnstøðu í breiðari…
Vit mugu taka handverkara­útbúgv­ingar í á…
PUTIN ella AYATOLLAH?
Ferð á grøna orkuskiftið við Fólka­flokki…
Fiski­vinnu­politikku­rin hevur kostað 100-…
Almennur politiskur fundur á Viðareiði í…
Heimsins frælsasta fólk í heimsins besta…
Vit telva 1-8 eru aftur at fáa
Loynilig tjóðarsemja
Mentan­arliga hongur ikki saman
Lat okkum virðismeta okkara eldru á arbe…
Okkara arbeiðsmegi uttanlands er eitt vi…
Sálarfrøði økið má takast hond um og rað…