Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferð á grøna orkuskiftið við Fólkaflokkinum

SKRIVAÐ: Uni Rasmussen  |  18.03.2026 - 17:50 Politikkur Tíðindaskriv

Tey flestu hava í longri tíð snakkað um grøna orkuskiftið. Men hetta skiftið gongur alt ov seint – einamest tí at politiska skipanin ikki hevur framt neyðugu átøkini. Borgarar og vinnan eru klár, men tað almenna fylgir ikki við.

Um vit gera neyðugu broytingarnar, fara vit at síggja stóra framgongd í grøna orkuskiftinum.

Fyri at tryggja hetta skulu vit:

  •  lata privatar aktørar sleppa í gongd at gera íløgur í grøna el-framleiðslu til egna nýtslu
  •  broyta mannagongdina í sambandi við útbjóðing, soleiðis at verkætlanir eru klárar at fara í gongd, tá ið tær verða útbjóðaðar.

Fleiri privatir aktørar standa klárir at byggja grøna el-framleiðslu til egna nýtslu. Vit hava millum annað sæð vindmylluverkætlanina hjá Effo og Bakkafrosti.

Hetta er eisini ein spurningur um kappingarevni hjá okkara útflutningsvinnum, tí at keyparar í útlondum seta størri krøv til minkandi útlát í framleiðsluni. Tískil eru vit í tí støðu, at um vit ikki tryggja okkara útflutningsvinnum betri møguleikar at nýta grøna orku, kunnu tær missa kappingarevni.

Mannagongdir í sambandi við útbjóðing skulu broytast. Í dag síggja vit, at øki til vindmyllur verða bjóðað út, men tá ið so ymsir partar hava bjóðað upp á verkætlanina, og ein vinnari er funnin, kemur verkætlanin ikki longri, tí at tað verður kært.

Heldur skulu vit broyta útbjóðingina, soleiðis at allir partar eru hoyrdir, og møgulig kærumál eru avgreidd, áðrenn verkætlanin verður bjóðað út. Soleiðis tryggja vit, at tá ið aktørar bjóða upp á verkætlanina, er klárt at fara í gongd.

Vit mugu ásanna, at við verandi skipanum koma vit ikki á mál við grøna orkuskiftinum. Um øll el-framleiðslan skal leggjast um, fer tað at krevja so mikið stórar íløgur, at SEV ikki megnar tað einsamalt.

Tískil er alneyðugt, at vit broyta verandi skipanir, tó framvegis við SEV sum hornasteini undir el-veitingini í Føroyum.

 

X við Una Rasmussen

Valdið til fólkið

Vel Fólkaflokkin 26. mars

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit skulu hugsa um javnstøðu í breiðari…
Vit mugu taka handverkara­útbúgv­ingar í á…
PUTIN ella AYATOLLAH?
Ferð á grøna orkuskiftið við Fólka­flokki…
Fiski­vinnu­politikku­rin hevur kostað 100-…
Almennur politiskur fundur á Viðareiði í…
Heimsins frælsasta fólk í heimsins besta…
Vit telva 1-8 eru aftur at fáa
Loynilig tjóðarsemja
Mentan­arliga hongur ikki saman
Lat okkum virðismeta okkara eldru á arbe…
Okkara arbeiðsmegi uttanlands er eitt vi…
Sálarfrøði økið má takast hond um og rað…
14 valevni í Norð­oyggjum stilla upp – on…
Quid pro quo - Fordeiling av almennu arb…
Útbúgvingar til føroyskt vinnulív
OPIN PALLUR Í VARPINUM - bæði fyri børn…
Stýrið botnfiski­skapi­num við kvotum
Hans Kári 50 ár
Valprát við Sambands­flokkin