Lýsing
Lýsing
Lýsing

Quid pro quo - Fordeiling av almennu arbeiðsplássunum

SKRIVAÐ: Hermann R. Samuelsen  |  18.03.2026 - 13:45 Politikkur Tíðindaskriv

Vit mugu ásanna, at politiska skipanin kemur at vera undir stórum trýsti komandi árini fyri at fáa fíggjarlógirnar at hanga saman. Hetta merkir tó ikki, at útjaðarin skal verða niðurlagaður.

Tann styrkti infrastruktururin, sum hevur bundið Føroyar saman seinastu 50 árini, hevur gjørt tað nógv lættari at ferðast millum bygdir og býir. Tí hava vit leingi sæð, at almennir stovnar í útjaðaranum verða lagdir niður við tí grundgeving, at tað er skjótt og lætt at koyra til Havnar.

Men hetta er galdandi báðar vegir.

Tað er eisini lætt at koyra úr Havn til Sandoyar – og til Klaksvíkar. Tí fari eg sum politikari undir ongum umstøðum at góðtaka niðurlagingar av almennum stovnum í Norðoyggjum, uttan at nakað verður givið afturfyri.

Um til dømis dupultfunktiónir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verða niðurlagdar, skal ein annar partur av sjúkrahúsverkinum staðsetast í Klaksvík. Tað kundi til dømis verið, at nýggj serfrøði ella ein nýggj deild varð løgd til Klaksvíkar Sjúkrahús í staðin fyri á Landsjúkrahúsinum.

 

Tí er mín áheitan til tín, góði veljari:

Vel eina lokala rødd. Tí um vit ikki verja okkara egnu økir – so ger ongin tað.

Góði veljari – vel ein Hermann.

Hermann R. Samuelsen Valevni fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit telva 1-8 eru aftur at fáa
Loynilig tjóðarsemja
Mentan­arliga hongur ikki saman
Lat okkum virðismeta okkara eldru á arbe…
Okkara arbeiðsmegi uttanlands er eitt vi…
Sálarfrøði økið má takast hond um og rað…
14 valevni í Norð­oyggjum stilla upp – on…
Quid pro quo - Fordeiling av almennu arb…
Útbúgvingar til føroyskt vinnulív
OPIN PALLUR Í VARPINUM - bæði fyri børn…
Stýrið botnfiski­skapi­num við kvotum
Hans Kári 50 ár
Valprát við Sambands­flokkin
Fiski­vinnan góðar og tryggar karmar
Gadus siglir heim
Felags valkáfe í Varpinum
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Heldur EIGA enn lívslong, dýr LEIGA
Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna…
Vármarknaður á Fossánesi