Fiskivinnan góðar og tryggar karmar
Fiskivinnan er ein av okkara høvuðsvinnum, og ein motorur undir tí vælferð, ið verður veitt.
Tí er avgerandi, at fiskivinnan hevur góðar og tryggar karmar at virka undir.
Gildistíðin á loyvum leingjast
Hetta valskeiði er gildistíðin á loyvunum aldrin longd. Hetta skapar ótryggleika, tí vit minnast hvat hendi, tá loyvini blivu uppsøgd í 2007. Ongar nýíløgur blivu gjørdar, og valdaði stór óvissa hvussu ein framtíðar skipan skuldi síggja út.
Tí er neyðugt, at vit fáa hesi viðurskiftir uppá pláss. Vit í Fólkaflokkinum ynskja aftur at hava 12 ára loyvir.
Ikki leggja fleiri byrðar á fiskivinnuna
Hetta valskeiði hevur man hækka tilfeingisgjøldini tríggjar ferðir. Hóast hetta hoyrast valevni úr núverandi samgonguflokkum tosa um, at enn meir skal takast inn frá fiskivinnuni. Summi tosa enntá um eina heila milliard afturat!
Vit halda, at nú er komin at mørkum. Vit skulu ikki hækka gjøldini meira, tí vit vilja, at vinnan skal vera kappingarfør og vera før fyri at gera nýíløgur.
Umframt hetta er av stórum týdningi, at vit framhaldandi skulu tryggja framhaldandi okkara rættvísa part av felags fiskastovnum - í fleirtjóða og altjóða høpi.
Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins