Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit mugu betra um viðurskiftini hjá fólki við skerdum førleikum!

SKRIVAÐ: Vinjard Johansen  |  18.03.2026 - 05:41 Politikkur Tíðindaskriv

Í Føroyum skulu øll fólk hava møguleika at liva eitt gott og virðiligt lív. Tað er eisini galdandi fyri fólk við skerdum førleikum. Tíverri síggja vit framvegis, at nógv hava trupult við at fáa ta hjálp og tann stuðul, teimum tørvar í gerandisdegnum.

 

 

Vit mugu arbeiða fyri at betra um øll viðurskiftini hjá fólki við skerdum førleikum. Hetta snýr seg bæði um betri tænastur, betri bústaðarmøguleikar, tryggari stuðul til familjur og avvarðandi, og betri atkomumøguleikar til almennar stovnar, so øll hava somu møguleikar at luttaka og brúka tænastur.

Eitt gott samfelag kennist aftur á, hvussu vit taka okkum av teimum, sum hava størsta tørvin á stuðli. Tí eiga vit at tryggja, at fólk við skerdum førleikum fáa virðing, tryggleika og møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt lív sum gjørligt.

Vit hava ábyrgd av at skapa eitt samfelag, har øll verða tikin við, og har eingin verður gloymdur.

Vinjard Johansen
Miðflokkurin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vármarknaður á Fossánesi
Hvør hevur víðka Akursmørk­ina innangarðs…
Vit mugu betra um viðurskift­ini hjá fólk…
Sterk vinna skapar vælferð
Tað skal altíð loysa seg at arbeiða
Vit mugu aftur fáa avlop í lands­kassanum
Hægri partafelagsskattur gevur ikki meir…
Hjálp til eginfíggingina
Enn ein bygging Eystan Garð
Lands­bankin og Heilsustýrið skuldu avtak…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Einligi fólka­pensjónistu­rin og fíggjarli…
Badmintonhópu­rin í U17 kappaðist í Herni…
Fyribyrging - NGO
Ikki ráð at lata vera
Pensjónistar eru ikki ein byrða, men loy…
Fólka­tingssessu­rin má takast í álvara
Útlendsk arbeiðsmegi
Málið er grund­arlagið undir føroyskari m…
Visjónir fyri vinnulívið