Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mentanarliga hongur ikki saman

SKRIVAÐ: Birgir Kruse  |  18.03.2026 - 15:10 Mentan Tíðindi

Í morgun frættist í tíðindunum í Útvarpinum, at bókin hjá Marjun Syderbø Kjelnæs, Marta Marta, er í uppskoti at vinna Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, sum er hin størsta á okkara leiðum. Til lukku við tí.

Lítið meir enn eitt ár er umliðið, síðan ein mentastovnur bannaði hesa bók niður og norður, og føroyska deildin av einum tíggju millióna felagsskapi klagaði avgerðina til avvarandi landstýrismann.

Hóast eg ikki veit, hvat bókmentunarliga úrvalsfólkið hevði at velja í, má eg bara siga, at onkuntíð kemur útlandið okkum til hjálpar.

Ikki minst tá vit fara í biograf og síggja, hvør hevur stuðlað filmsgerðini, so hon náddi fram til tín í seinasta biografinum í landinum. Ja, seinasta biografinum í landinum.

Mentanarliga hongur ikki saman í hesum landinum.

Vit eru í einum valdysti til heimliga parlamentið, ja og tað danska eisini, men enn havi eg ikki hoyrt mentan tikna uppá tungu nakra staðni.

Er tað trupult at skilja, so er at fara í biograf, og síggja hvussu niðarlaga og smáar Føroyar eru, tá nøvnini á teimum, ið stuðla føroyskari filmsgerð, koma fyri. Og aftur her hava vit fingið stóra útlendska virðisløn, eins stóra og bókmentavirðislønin, sum, útlendsk, forstås, kom higar í fjør.

Størsti filmstuðul kemur úr landinum, vit vilja loysa okkum frá, í hesum føri FilmFyn, og síðan frá Evropeiska Samveldinum, Creative Europe, har vit ikki eru limir og aldri ætla at verða tað. Og føroyska mentanarnevndin á tingi hevði herfyri ta margháttliga arrogantu avgerð, at strika orðið biografur úr føroyskum lógarsmíði.

Lukkutíð hava vit Sjúrð, ið sum úlvur á skóg arbeiðir fyri at fáa stuðul til film og annað mangt, sum ikki so mikið fæst til kjak hjá politikarum her heima. Hann fær peningaliga stuðulin úr landinum, sum er hundrað ferðir størri enn vit. Hundraðlandinum. So leingi ongin annar her á landi ger hansara stríð óneyðugt, eri eg á hansara síðu. Men listafólk skulu eisini fáa til dagin og vegin. Herheima.

Vónandi eri tað ikki bara eg, ið havi ta fatan, at her hongur ikki saman á føroyska mentanarliga økinum.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiski­vinnu­politikku­rin hevur kostað 100-…
Almennur politiskur fundur á Viðareiði í…
Heimsins frælsasta fólk í heimsins besta…
Vit telva 1-8 eru aftur at fáa
Loynilig tjóðarsemja
Mentan­arliga hongur ikki saman
Lat okkum virðismeta okkara eldru á arbe…
Okkara arbeiðsmegi uttanlands er eitt vi…
Sálarfrøði økið má takast hond um og rað…
14 valevni í Norð­oyggjum stilla upp – on…
Quid pro quo - Fordeiling av almennu arb…
Útbúgvingar til føroyskt vinnulív
OPIN PALLUR Í VARPINUM - bæði fyri børn…
Stýrið botnfiski­skapi­num við kvotum
Hans Kári 50 ár
Valprát við Sambands­flokkin
Fiski­vinnan góðar og tryggar karmar
Gadus siglir heim
Felags valkáfe í Varpinum
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…