Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sálarfrøði økið má takast hond um og raðfestast, so bíðitíðir verða munandi styttar og neyðugar viðgerðir gerast.

SKRIVAÐ: Johan Dahl  |  18.03.2026 - 14:20 Politikkur Tíðindaskriv

Sálarsjúka skal takast í størsta álvara. Í dag bíða alt ov nógv fólk í upp til hálvtannað ár eftir útgreining og neyðugari viðgerð. Hetta er bæði burturvið og fullkomiliga óacceptabult.

Tá ein persónur endiliga søkir hjálp, er støðan ofta álvarsom — og tá kann man ikki bíða í mánaðir og ár.

Vit mugu tí raðfesta psykiatriina nógv hægri. Bíðitíðirnar skulu niður á eitt virðiligt stig, so fólk fáa hjálp, tá teimum tørvar hana — ikki tá støðan er versnað og nærmast vónleys . Hetta krevur fleiri fakfólk, betri arbeiðsumstøður og eina greiða politiska raðfesting.

Somuleiðis er tørvur á vardum bústøðum, so fólk við álvarsomum sálarsjúkum kunnu liva undir tryggum karmum við neyðugum stuðli í gerandisdegnum. Uttan slík tilboð enda nógv í einsemi, ótryggleika og afturvendandi innleggingum, sum hvørki er gott fyri tann einstaka ella samfelagið.

Eitt samfelag kennist aftur á, hvussu tað tekur sær av teimum veikastu. Tí skulu sálarsjúk fáa skjóta, virðiliga og fakliga dygga hjálp — og møguleika at liva eitt trygt lív í egnum bústaði. Tað skylda vit teimum.

X við Johan Dahl

Sambandsflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit telva 1-8 eru aftur at fáa
Loynilig tjóðarsemja
Mentan­arliga hongur ikki saman
Lat okkum virðismeta okkara eldru á arbe…
Okkara arbeiðsmegi uttanlands er eitt vi…
Sálarfrøði økið má takast hond um og rað…
14 valevni í Norð­oyggjum stilla upp – on…
Quid pro quo - Fordeiling av almennu arb…
Útbúgvingar til føroyskt vinnulív
OPIN PALLUR Í VARPINUM - bæði fyri børn…
Stýrið botnfiski­skapi­num við kvotum
Hans Kári 50 ár
Valprát við Sambands­flokkin
Fiski­vinnan góðar og tryggar karmar
Gadus siglir heim
Felags valkáfe í Varpinum
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Heldur EIGA enn lívslong, dýr LEIGA
Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna…
Vármarknaður á Fossánesi