Vikuskráin
Visit North fer undir vikuliga kunning av spennandi tiltøkum av øllum handa slagi, ið ganga fyri seg í okkara nærumhvørvi
Hósdagin 26. februar
Kl 20 í Varpinum “Dissonansur í tónleiki og tilveru”. Ein tónleikafyrilestur á enskum máli. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo
Fríggjadagin 27. februar
Kl 10.30 er vøggusangur í Christianskirkjuni. Hetta er ein løta fyri pinkubørn og foreldur teirra.
Kl 17-22 er vikuskifti á Hermótinum. Hetta er eitt kreativt tilhaldsstað fyri vaksin. Hermótið heldur til á Heygavegi 42
Kl 18 í kappróðrarneystinum: Einrøðuleikurin Upphav – ein frásøgn um sorgarleikin sum rakti Hest 1. apríl 1919. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo
Kl 22.30 er pub quiz í Roykstovuni
Leygardagin 28. februar
Kl 16 verður sjónleikurin “Prima Facie” framførdur á Skúlatrøð. Det Fer
Kl 18 eru Operaperlur at hoyra í Varpinum. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo
Kl 21 er kafé quiz í Kafé Fríðu
Sunnudagin 1. mars
Kl 18 verða Operaperlur at hoyra í Varpinum.
Mánadagin 2. mars
Kl 9-15 verður skeið í spinning fyri byrjarar. Skeiðið verður hildið í Spinnarínum, og heldur fram týsdagin somu klokkutíðir. Tilmelding fer fram á atgongumerki.fo
Kl 19 verður filmskvøld á Skúlatrøð. Tað er filmurin “Mammuskepilsið”, sum verður vístur. Filmurin, sum er í uppskoti til Geytavirðislønina 2026, ger upp við nakrar fordómar um skizofreni. Leikstjórin greiðir eisini frá. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Klaksvíkar kommuna og Sinnisbati skipa fyri.
Kl 19 verður borgarafundur fyri fólk í Kunoy og Haraldsundi. Fundurin snýr seg um ferðavinnuætlanina, og vit vilja hoyra tykkara meining. Fundurin verður í bygdarhúsinum í Haraldsundi.
Týsdagin 3. mars
Kl 19 verður borgarafundur fyri fólk í Klaksvík, Ánunum, Árnafirði og úti á Oyri um ferðavinnuætlanina. Fundurin verður í Varpinum. Kom og sig tína hugsan.
Mikudagin 4. mars
Kl 9-15 er skeið í spinning fyri roynd. Skeiðið verður á Spinnarínum, og heldur fram somu klokkutíðir hósdagin og fríggjadagin. Meiri kunning og tilmelding er á atgongumerki.fo
Kl 18.30-20.30 er mikukvøld á Hermótinum. Hermótið bjóðar kreativt ítriv, og heldur til á Heygavegi 42.