Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skúlakórið á Skúlatrøð og Klaksvíkar Manskór syngja opera 

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.02.2026 - 21:17 Mentan Myndarøð Tíðindi

Komandi vikuskifti verða tvær forkunnugar familju-konsertir í Varpinum, og atgongumerkjasølan gongur við rúkandi ferð. 

 

“Operaperlur” er heitið á teaturkonsertini, har nærum 150 sangarar fara á pall at syngja opera. Talan er um solistar frá Opera.fo, Skúlakórini á Skúlatrøð, Klaksvíkar Manskór og Operetturnar, sum bæði fara at syngja og spæla sjónleik. 


Á skránni verða kendar ariur, duettir og kórsatsir úr ymiskum operum, stuttligar søgur og sjónleikainnsløg, ætlað til alla familjuna. Sungið verður á bæði italskum, fronskum, enskum og týskum, men eisini verða spildurnýggjar týðingar at hoyra. 

M.a. fer Klaksvíkar Manskór at syngja ein sang úr operuni “Flúgvandi Hálendingurin” eftir Wagner, sum Birita Adela Davidsen hevur umyrkt til føroyskt.


Solistarnir verða Birita Adela Davidsen frá Opera.fo og Herfinnur Árnafjall, sum vit kenna í leiklutinum Papageno, úr “Papageno og Gandadrykkurin” sum varð framført í Varpinum í 2024.


Polina Fradkina, sum er viðurkendur altjóða pianistur hevur klaverfylgispælið og Annfinnur Heinesen verður vertur. 


Framførslurnar verða í Varpinum 
Ley. 28/2-26 kl. 18.00 
Sun. 1/3-26 kl. 18.00

Atgongumerkini fáast á www.varpid.fo


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Húsið hátíðarheldur 20 ára dag
Skúlakórið á Skúlatrøð og Klaksvíkar Man…
Manningin á Jákup B greitt brævatkvøðu
Jeg hvakk eitt sindur við
Vit í Javnaðar­flokki­num skylda ikki Fram…
Løgtingsval verður hósdagin 26. mars 202…
Eg eri klár til valstríðið!
Ruth Vang: Eg føli meg snýtta
Aðalfundur hjá MEGD verður á Hotel Føro…
Fann skyldkonu á Torradøgunum
Tað gjørdist truplari og truplari at hav…
Álitið millum samgongupartnarar­nir var r…
Ein avtala fyri ófødda barnið
Pensjónsaldu­rin hækkar ikki til 69 ár
Uppskotið um Suðuroyar­tunnil samtykt - n…
Mentan­argrunnur Landsins
Fyrstu AHM'arar fingu handað prógv
Broytingar­uppskot um báðar linjufør­ingar…
Hugni aðalfund í Smæruni
Tónlista­skúlin Torramatinée í Christians…