Tað gjørdist truplari og truplari at hava álit á hvørjum øðrum
Eyðgunn Samuelsen sigur, at tey hava alla tíðina tosað um styttri arbeiðsviku, sum hon umtalar sum eitt hjartamál hjá Javnaðarflokkinum, men sum tað alt valskeiðið hevur verið øgiliga tungt at arbeiða við. Løgmaður hevur áður sagt, at tað ikki er meiriluti fyri styttri arbeiðsviku innanhýsis í samgonguni, hóast tað stendur í samgonguskjalinum.
– ”Tá eitt samgonguskeið lakkar móti endanum koma ofta harðar, buldraligar periodur, og tað blívur truplari og truplari fyri fólk at hava álit á hvørjum øðrum, tá er man noyddur at taka stigið. Eg skilji væl løgmann”, sigur Eyðgunn Samuelsen, fíggjarnevndarforkvinna og javnaðar-tingkvinna.
Eyðgunn fæst ikki at siga, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri spurningin um eitt møguligt framtíðar-samstarv millum Javnaðarflokkin og Framsókn, tí, sum hon orðar tað, er tað ov tíðliga at úttala seg um tað.