Lýsing
Lýsing
Lýsing
upp | Mynd: Logting.fo (tillagað)

Broytingaruppskot um báðar linjuføringarnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.02.2026 - 11:58 Politikkur Tíðindi

Erling Eidesgaard og Liljan Weihe í Tjóðveldi; Magnus Rasmussen, Frimodt Rasmussen og Johan Dahl úr Sambandsflokkinum; og Árni Skaale úr Fólkaflokkinum hava lagt fram eitt uppskot um at projektera, fyrireika og útbjóða báðar linjuføringarnar til komandi Suðuroyartunnilin.

Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum legði eitt tílíkt broytingaruppskot fram mánadagin. Tað varð ikki samtykt, men nú roynir hann so aftur saman við m.a. Erlingi Eidesgaard og Liljuni Weihe. Spyr.fo gjørdi eina kanning fyri FM1 mánadagin, og hon vísti, at væl fleiri av veljarum ynskja alternativu leiðina.

Kostnaðarmetingin fyri at projektera báðar leiðirnar er 20 til 25 milliónir krónur. Steffan Klein Poulsen hevur longu meldað seg skeptiskan, meðan onnur hava funnist at hvassa tónanum hjá Erlingi Eidesgaard, ið fyrstur var at røða, mótvegis løgmanni, ið bert skjýtur upp aðra linjuføringina.

Hóast uppskotssetararnir eru úr 3 ymiskum stórum flokkum er ivasamt, um hon verður samtykt.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrstu AHM'arar fingu handað prógv
Broytingar­uppskot um báðar linjufør­ingar…
Hugni aðalfund í Smæruni
Tónlista­skúlin Torramatinée í Christians…
37 tíma arbeiðsvikan: Nú skulu Javnaðarf…
Tingfundu­rin er byrjaður - tikin upp aft…
Samgonguslit: Javnaðar­flokku­rin hevði tí…
Hvar bleiv meirilutin av?
Hiddenfjord á væleydnaðari messu í Týskl…
Søluprísu­rin fyri sjógvhita lækkar við n…
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Nord Vista - nýggjasta skipi í flotanum
Pensjónistar sum søluvøra
Áheitan á tinglimir
KÍ umhugsar styrk
Prima Facie í Miðhøllini
Heiðran á Klaksvíkar Sjúkra­húsi
Bjørt broytt raðfylgjuna: Suðuroyar­tunni…
Clickhaze á G! 2026
Veðrið í Tjørnuvík