Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hetta verður ikki ein gerandismynd kortini, nú málið um pensjónsaldur er fallið burtur - uttan so at ein nýggj samgonga skjýtur tað upp og fær tað samtykt | Mynd: Tilgjørd mynd.

Pensjónsaldurin hækkar ikki til 69 ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.02.2026 - 15:51 Politikkur Tíðindi Vinna

Av tí at nýval er útskrivað at vera hósdagin 26. mars, fella øll mál, sum ikki eru samtykt, burtur. Hetta merkir, at pensjónsaldurin ikki verður ásettur at vera 69 ár; nakað sum annars varð samtykt til 2. viðgerð við 16 atkvøðum fyri og 15 ímóti.

Bjørt Samuelsen broytti í gjár raðfylgjuna av málunum um Suðuroyartunnil og hægri pensjónsaldri um, soleiðis at Suðuroyartunnilin var fyrr á skrá. Tað gjørdi, at tá ið Løgtingið hevði atkvøtt tað málið ígjøgnum, kundi løgmaður útskriva val.

Tað var greitt til 2. viðgerð, at mong javnaðartingfólk vóru hørm um at muga atkvøða fyri, tí tey høvdu bundið seg til eina samgonguavtalu um tað. Seinni um kvøldið gjørdist greitt, at forkvinnurnar í hinum báðum samgonguflokkunum, Tjóðveldi og Framsókn, ikki høvdu álagt sínum tingfólkum at bera málini bæði ígjøgnum. Teimum stóð frítt at stemma málini niður ella blankt, og tí møguleikanum tóku 4 teirra av.

Við at útskriva val millum málið um Suðuroyartunnil og pensjónsmálið gjørdi løgmaður, at javnaðarfólkini ikki noyddust at atkvøða fyri pensjónsmálinum við ringum tannabiti aftur. Málið fall burtur, tá nývalið varð útskrivað.

Pensjónsaldurin hækkar upp í 68 ár í 2030 og steðgar so har, uttan so at ein framtíðar-samgonga aftur fer at skjóta upp at hækka hann enn meira. 

Nývalið verður hósdagin 26. mars.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Terji Mørk skrivað undir við Stjørnuna
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Bakkafrost: Virðisflutningu­rin úr útjaða…
SEV skal ongantíð privatiserast
Silvarenning 2026
Tjóðleik­húsið lagt á ís
Veðrið í dag
Aftursvar til Karl
Fara beinanvegin at lækka oljuprísirnar
Myndarøð: Lands­stýrið tilnevnt í Tingane…
Team Klaksvík hevði hugnaløtu
Leigustuðulin liggur fyrst fyri
Nógvar endur­skoða­nir í væntu innan útbúg…
Steffan Klein Poulsen nýggjur formaður í…
Visit Faroe Islands kann taka tað róligt
Lágt-hangandi fruktir­nar fyrst
Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldu…
Týdningu­rin av fakfeløgum viðurkendur
RSP taka yvir Tórsfest 2026
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…