Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eins og var Mikines á Skúlatrøð

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  26.02.2026 - 16:36 Mentan Myndarøð

Seinastu dagarnar hevur flott málningaframsýning prýtt trappuuppgongdina á Skúlatrøð. Myndirnar høvdu næmingar í 7. flokki málað, og myndaevnið var kendi málningurin hjá Sámal Joensen Mikines Skilnaður frá 1955.

 

Sámal Joensen-Mikines er ein av mest viðurkendu listafólkunum í Føroyum. Hann var føddur á Mykinesi og livdi størsta partin av ungdóminum har. Longu sum smádrongur vísti hann óvanliga listaliga gávu. Eftir fyrstu framsýning sína í 1927, har allir málningarnir vórðu seldir, varð hann eggjaður av rithøvundanum William Heinesen at søkja inn á Det Kongelige Danske Kunstakademi. Hann kom inn í 1928 og flutti til Danmarkar, har hann búði restina av lívinum. Men hvørt summar vitjaði hann heimbygd sína, har hann fann íblástur í bæði landslagnum og mentanini.

Les meira um Mikines her

Meðan vit á Skúlatrøð hava notið myndirnar hjá 7. flokki, so hongur málningurin hjá Mikinesi í dag á Listasavni Føroya.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vikuskráin
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Kunngerð um val til Fólka­tingið í Føroyu…
Bekendtgørelse om afholdelse af valg til…
Eins og var Mikines á Skúlatrøð
Nýtt vinnu- og mentanarøki við Teistatan…
Reinsiverkið á Hellisenda skal gerast li…
UPPHAV í neystinum
Ábyrgdin á tínum herðum
Góð gongd í 2025
Konsert fyrilestur í Varpinum
Fyrsti uppstillingarfundur hjá Norðoya T…
Húsið hátíðarheldur 20 ára dag
Skúlakórið á Skúlatrøð og Klaksvíkar Man…
Manningin á Jákup B greitt brævatkvøðu
Jeg hvakk eitt sindur við
Vit í Javnaðar­flokki­num skylda ikki Fram…
Løgtingsval verður hósdagin 26. mars 202…
Eg eri klár til valstríðið!
Ruth Vang: Eg føli meg snýtta