Konsert fyrilestur í Varpinum
"Dissonansur í tónleiki og tilveru" er ein tónleikafyrilestur. Klaverleikarin Polina Fradkina samskiftir við áskoðararnar og tosar um tónleik gjøgnum sosiologi, søgu og sálarfrøði, samstundis sum hon framførir verk úr klassiskum tónleiki.
POLINA FRADKINA er pianistur, fødd í Russlandi og búsitandi í Danmark. Hon hevur framført sum solistur á altjóða festivalum og konsertum og hevur givið út fleiri fløgur, harímillum fimm soloútgávur. Umframt at vera eitt virkið útinnandi listafólk er hon eisini fyrilestrahaldari og granskari við serligum áhuga fyri sambandinum millum tónleik og sálarfrøði.
DISSONANSUR Í TÓNLEIKI OG TILVERU
Ofta uppliva vit eitt mentalt órógv, tá ósamsvar er millum veruleika og væntanir. Hetta er eitt væl kent sálarfrøðiligt fyribrigdi, ið verður nevnt kognitiv dissonans.
Hugtakið “dissonansur” (misljóð) stavar úr tónleikaheiminum og lýsir eina samanseting av tónum, sum ljóðar óreint. Seinni fann hugtakið eisini veg inn í sálarfrøðina, har tað í dag verður lýst sum ein støða, har mótstríðandi hugmyndir og sannføringar møtast.
Við sínum frálíka klaverspæli fer Polina at greiða frá, hvønn leiklut dissonansur hevur havt í tónleiki gjøgnum ymisk søgulig tíðarskeið, og lýsir somuleiðis nýggj sjónarhorn av týdninginum dissonansur hevur, bæði í tónleiki og tilveru okkara.
Vit fara at hoyra tónleik eftir m.a. Rameau, Beethoven, Scriabin, Schönberg.
Konsert-fyrilesturin verður á enskum.
Meir um Polinu Fradkina: www.fradkina.com
Atgongumerki á https://varpid.fo/tiltak/konsert-fyrilestur-dissonansur-i-tonleiki-og-tilveru/