Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góð gongd í 2025

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.02.2026 - 09:00 Tíðindi Vinna

Føroya Banki kunnger í dag ársroknskapin fyri 2025. Árið hevur sum heild hilnast væl á fleiri mótum, og úrslitið eftir skatt gjørdist 288 mio. kr.

 

”Virksemið hjá samtakinum royndist væl í farna ári, og tað sæst millum annað aftur í hækkandi innlánum, útlánum, realkredittlánum og einum framúr góðum úrsliti hjá dótturfelagnum Trygd. Vit hava havt tilgongd av nýggjum kundum og økt kundavirksemi, og harumframt hava bæði húsarhald og fyritøkur sum heild eina sunna fíggjarstøðu, sum sæst aftur í ársroknskapinum. Vit afturføra niðurskrivingar, og hetta er níggjunda árið á rað, at vit gera tað. Vit eru sostatt væl nøgd við gongdina í 2025”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

 

Økt kundavirksemi

Hyggja vit eftir inntøkunum, so síggja vit eina lækking í rentuinntøkum, og orsøkin til lækkingina eru mongu rentulækkingarnar í 2024 og í fyrru helvt av 2025. Rentulækkingarnar hava ávirkað inntøkurnar, men hava samstundis lætt um hjá teimum, sum hava lán í bankanum. Hinvegin so síggja vit hækkingar í inntøkunum annars, hóast prísirnir og gjøldini ikki eru hækkað, og hetta vitnar um størri og vaksandi kundavirksemi. Innlánini eru vaksin við 9% og útlánini við 6%, og samlaða vavið á virkseminum er vaksið við 7% í 2025. Ítøkiliga merkir hetta ein støðug tilgongd av nýggjum kundum, og at kundarnir brúka tænasturnar alsamt meira.

 

Lættari at blíva og at vera kundi

Eitt annað, sum eisini hevur merkt 2025, eru fleiri nýggjar talgildar loysnir. Millum annað gjørdu vit ein kjattbott, sum kundarnir kunnu spyrja alt samdøgrið. Vita - sum kjattbotturin eitur - er á heimasíðuni og í netbankanum, og endamálið við Vitu er at gera tað lættari hjá kundum at fáa skjót svar og vitan um alskyns spurningar um fíggjarviðurskifti – eisini uttan fyri vanliga upplatingartíð.

Eisini er tað vorðið lættari at stovna samansparingar í netbankanum, soleiðis at kundarnir nú á ein betri hátt kunnu stýra og hava yvirlit yvir sína fíggjarstøðu. Í farna ári høvdu vit eisini methøga tilgongd av kundum, sum keypa og selja virðisbrøv í netbankanum – ein loysn, sum kundarnir í bæði Føroyum og Grønlandi hava tikið væl ímóti, og sum vit áhaldandi kunna okkara kundar um.

”Tað hevur nógv at siga fyri okkum, at vit støðugt menna okkara talgildu loysnir, soleiðis at hvør einstakur kundi kann avgreiða síni bankavirðuskifti á ein smidligan, einfaldan og tryggan hátt, sum samstundis gevur kundanum greitt yvirlit yvir sína støðu og sínar møguleikar. Okkara netbanki er ókeypis fyri allar privatkundar – sum tann einasti í Føroyum – tí fyri okkum er tað umráðandi, at kostnaður ikki skal vera ein forðing fyri, at kundin tekur talgildu loysnirnar til sín”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

 

10. hvør føroyingur eigur í Føroya Banka

Áleið 5.400 føroyingar eiga í Føroya Banka, og hesir fáa sostatt beinleiðis ágóðan av góðu gongdini. Harafturat eigur Føroya landsstýri 35%, og sostatt fær landið eisini ein stóran part av vinningsbýtinum. Á aðalfundinum 26. mars verður skotið upp at gjalda parteigarunum samanlagt 202 mió. kr., t.e. 21,04 kr. fyri hvørt partabrævið. Eftir útlutanina er Føroya Banki framvegis ein væl bjálvaður peningastovnur, ið lýkur øll ásett krøv til kapital, solvens og haldføri.

Hyggja vit eftir framtíðarútlitunum, so eru tey sum heild góð. Leiðslan væntar, at nettoúrslitið fyri 2026 verður millum 195-235 mió. kr.

Ársroknskapurin 2025 í stuttum

  • Úrslitið eftir skatt gjørdist 288 mió. kr. samanborið við 310 mió. kr. í 2024.
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 255 mió. kr. samanborið við 245 mió. kr. í 2024.
  • Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 4 mió. kr. Í 2024 vórðu afturførdar 1 mió. kr.
  • Útlánini hækkaðu úr 9,1 mia. kr. í 2024 upp í 9,7 mia. kr.
  • Realkredittlánini hækkaðu úr 2,7 mia. kr. í 2024 upp í 2,8 mia. kr.
  • Innlánini hækkaðu úr 10 mia. kr. í 2024 upp í 10,9 mia. kr.
  • Leiðslan væntar, at nettoúrslitið fyri 2026 verður millum 195 og 235 mió. kr.
Lýsing
Seinastu tíðindini
UPPHAV í neystinum
Ábyrgdin á tínum herðum
Góð gongd í 2025
Konsert fyrilestur í Varpinum
Fyrsti uppstillingarfundur hjá Norðoya T…
Húsið hátíðarheldur 20 ára dag
Skúlakórið á Skúlatrøð og Klaksvíkar Man…
Manningin á Jákup B greitt brævatkvøðu
Jeg hvakk eitt sindur við
Vit í Javnaðar­flokki­num skylda ikki Fram…
Løgtingsval verður hósdagin 26. mars 202…
Eg eri klár til valstríðið!
Ruth Vang: Eg føli meg snýtta
Aðalfundur hjá MEGD verður á Hotel Føro…
Fann skyldkonu á Torradøgunum
Tað gjørdist truplari og truplari at hav…
Álitið millum samgongupartnarar­nir var r…
Ein avtala fyri ófødda barnið
Pensjónsaldu­rin hækkar ikki til 69 ár
Uppskotið um Suðuroyar­tunnil samtykt - n…