Lýsing
Lýsing
KÍ kvinnur nýggjan høvuðsvenjara
Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur sett Kaveh Magnusson í starv sum nýggjan høvuðsvenjara hjá besta liðnum hjá KÍ kvinnum.
Kaveh Magnusson er UEFA A licenseraður venjarin við yvir 25 ára royndum. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari og hevur arbeitt við mans-, kvinnu- og ungdómsfótbólti.
Sum venjari hevur hann verið høvuðsvenjari hjá fleiri feløgum, og harumframt hevur hann starvast sum hjálparvenjari og individuellur venjari.
Við setanini av Kaveh Magnusson fær KÍ ein royndan høvuðsvenjara við sterkum fakligum førleikum, greiðum leiðslustíli og við stórum denti á menning, strukturi og professionalismu.
KÍ bjóðar Kaveh Magnusson hjartaliga vælkomnan til Klaksvíkar og ynskir honum góða eydnu í starvinum.
Seinastu tíðindini