Klaksvíkingur er mannaður til 2026
(Dagførd grein frá jólablaðnum hjá Norðlýsinum) Hóast tað ikki eydnaðist at fáa nýggjan bát, so verður Klaksvíkingur mannaður til 2026.
Klaksvíkingur hevur síðani 2006 verið nógv mest vinnandi 10-mannafarið, men í ár koppaði Havnarbáturin, sum hevur vunnið mest samanlagt, Klaksvíkingi í FM-finaluni á ólavsøku. Tað gekk ikki leingi eftir ólavsøku til tað gjødist greitt, at FM-vinnararnir á 8-mannafarinum Ørvi, fóru at manna 10-mannafar, og nú er greitt, at teir fara at manna Havnarbátin, tí manningin á Havnarbátinum fer ikki at verja føroyameistaraheitið í 2026. Sum skilst eru nógvir uttanlands í lestrarørindum í 2026.
Klaksvíkingur verður við
Í vetur hava fleiri reist ivamál, hvørs Klaksvíkingur verður við í 2026. Ein orsøk var, at ynski var um at fáa nýggjan bát, men at hetta ikki bar til fyrr enn til 2027. Nú eru tó gleðilig tíðindi at frætta, tí bátsformaðurin, Símun Heinesen, sigur, at Klaksvíkingur stutt undan jólum bleiv endaliga mannaður. Fleiri broytingar verða. Ivan Mrdalo, Martin Joensen, Brandur Kjølbro og Jógvan Højgaard halda ikki fram. Nýggir eru Jákup Mýri, sum var eykamaður í 2025, Hans Jose Poulsen, sum róði við 8-mannafarinum Risanum í 2025 og so tveir frá føroyameistarunum Havnarbátinum. Teir eru Sølvi Smith og Mikkjal A. Jakobsen.
Enn er ógreitt, um aðrir enn Klaksvíkingur og Havnarbáturin verða við, men tað er helst ein møguleiki fyri, at bara hesir báðir verða við.
Kanska verður gamli báturin brúktur
Klaksvíkingur er frá 2015, meðan Nólsoyar Páll, sum er gamli Klaksvíkingur, er frá 2002. Teir hava kanska róð áleið eins nógv ár nú. Tvær vikur undan ólavsøku í 2025 vigaði Klaksvíkingur 400 kilo, sigur Símun Heinesen. Og við tað at nýggi Klaksvíkingur ikki kemur fyrr enn í 2027, so umhugsa teir at fara at royna gamla bátin av, tí tað eru fleiri í róðrarumhvørvinum í Klaksvík sum meta, at tann eldri báturin gongur betri. Tað verða tó venjingarnar í vikunum undan norðoyastevnu, sum koma at avgera, um navnaskeltið á Klaksvíkingi skal setast á Nólsoyar Páll ella ikki.