Lýsing
Lýsing
Lýsing

Grønari og bíligari orka til øll

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  26.12.2025 - 13:03 Politikkur Tíðindaskriv

Bílig orka tænir húsarhaldunum og vinnulívinum

 

Grøn orka tænir eisini húsarhaldinum og vinnulívinum.

Sambandsflokkurin vil broyta elveitingarlógina. Tí vit skulu hava grønari og bíligari orku.

Vit vita, at kapping gagnar øllum. Tí eiga fleiri eisini at sleppa framat at framleiða grøna og bíligari orku til føroyingar.

Vinnan er til reiðar at fara í gongd við Eysturlund, Klivaløkshaga og aðrir. Men enn mangla góðkenningar.

Samgongan hevur steðgað málinum, tí samgongan tók møguleikan úr elveitingarlógina, so fleiri ikki sleppa at framleiða streym.

SEV ger stórar íløgur fyri at gera seg kláran at taka ímóti framleiðsluni, tí skal ferð aftur setast á framleiðsluna av grønari orku, ið vil spara samfelagnum 100-tals milliónir og gera okkum minni tengd at útlendskari orku.

 

Málið hjá Føroyum er, at at Føroyar skulu verða 100% grønar á landi í 2030.

Standa vit saman, ber til at røkka hesum máli.

 

Bárður Á Steig Nielsen

Formaður í Sambandsflokkinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper
Jóla­heilsan frá grønlendska rækjutrolara…
Jóla­heilsan frá Svend C
LARS LØKKE OG METTE FREDERIKSEN
Nýggjársbumban: HOGNI • Danny & The Veet…
Svimji­felagið NEPTUN